Roger Casement

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Sir Roger Casement (6188264610).jpg

Roger David Casement (1. september 18643. august 1916) var írskur diplomatur, mannarættinda stríðsmaður, tjóðskaparmaður og yrkjari. Hann er serliga kendur fyri sínar kanningar av mannarættindum í m.a. Kongo. Frá 1891 til 1913 var hann bretskur konsul í ymsum afrikonskum londum og í Brasil. Í 1911 varð hann sligin til riddara og fekk tittulin sir knýttan at navninum. Hann misti hendan tittul eftir, at hann varð dømdur og avrættaður sum landasvíkjari, tí hann undir 1. heimsbardaga royndi at fáa týskarar at hjálpa írum at loysa frá Stóra Bretlandi.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]