2002 – Bashkirian Airlines Flight 2937 og DHL Flight 611 bresta saman í loftrúminum yvir býunum Owingen og Überlingen í Týsklandi, 71 fólk ið vóru við flogførunum lótu lív.
2013 - Ein 18 ára gamal maður stingur fýra fólk við knívi í Norðdepli (myndin). Maðurin verður handtikin, og tey fýra offrini innløgd á Klaksvíkar Sjúkrahús.
2012 - Fýra monnum eydnast at klatra upp á toppin á Trøllkonufingri, ið er ein 313 metrar høgur drangur. Teir fýra eru: Herman Eysturoy, Absalon Eysturoy, Aksel Poulsen og Bjartur Lamhauge. Tríggir aðrir eru eisini við á túrinum, men koma ikki heilt upp á toppin, teir eru: Heini Hátún, Hjálmar Hátún og ein dani.
2014 – Malaysia Airlines Flight 17, ið er eitt Boeing 777 flogfar, brotlendir nær við markið av Ukrainu og Russlandi. Staðfest verður at flogfarið er skotið niður. Øll 298 fólkini umborð lata lív.