Hargabrøðurnir
Hargabrøðurnir livdu í 17. øld, teir vóru eisini nevndir hargarkempurnar. Teir vóru dóttursynir Jenis í Laðangarði (hin seinna). Teir búðu í Hørg, í Sumba. Teir vóru fýra í tali (Niclas, Jógvan, Ísakur og Pætur), teir yngstu av teimum vóru tvíburabørn.
Søgnin um Hargarbrøður
[rætta | rætta wikitekst]Allir vóru teir kimpurligir menn og avburðarmenn til styrki og reystleika. Einaferð vóru teir eftir jólaseyði úti á Bláabergi (ið liggur millum Akrar og Víkarbyrgi) og tóku teir hvør sínar seks ær og bóru alt heim til húsar.
Illa samdust teir og hatskir vóru teir hvør á annan.
Teir løgdu so felag, tveir og tveir: miðlingabrøðurnir í øðrum partinum, hin elsti og hin yngsti í øðrum. Ein dagin tá teir vóru farnir út í Dal at royta seyð, kom sovorðin illstøða millum teir, at tá ið teir komu á rættina skuldi morð verða. Tá kom so snøggliga eitt myrkur niður yvir teir. (Talan kann vera um sólarmyrkingina, sum var nakað fyri middag 30. mai í 1612.) Angist kom á teir og teir lovaðu nú øðrvísi enn fyrr, at læt Várharra teir sleppa við lívinum, skuldu teir vera betri menniskjur. Tá lýsti í myrkrið aftur; teir hálsfevndust og lovaðu, at einki stríð skuldi vera teirra millum aftur. Síðan sótu teir væl um sátt.
Giljabóndin í Hvalba fekk ofta nógvan heystskurð og tveir av hargarbrøðrunum fóru tí eitt heystið norður til Hvalbiar at bjóða seg til at hjálpa. Tikið skuldi alt vera sum kundi fáast í hond segði Giljabóndin. Teir fóru avstað saman, hargabrøðunir og Giljabóndin og hansara menn. Teir hittu eitt stórt fylgi og vildu fáa tað í eitt heldi, men fylgið sleit seg sundur. Bóndin og hansara menn vórðu við annan flokkin, Hargabrøðurnir við annan. Brøðurnir fingu seyðin í eitt heldi á norðaru síðu á Hvalvíkini og bundu seyðin. Síðan søktu teir hús upp og komu í dyr út ímóti nátturðamála. Bóndin var tá komin aftur við húskøllunum og hevði lítið ella einki fingið at rokna. Morgunin eftir fóru teir avstað og funnu plássið har Hargabrøðinir hevði undið seyðin. Bóndin var findarblíður tí teir høvdu fingið so nógv: Nú skuldu teir fáa lønina, segði hann og tað skuldi vera so mikið sum teir kundu bera báðir av seyði. Teir tóku tá hvør sínar sjey seyðir og bóru til Sumbiar.
Eitt heystið bað ein av hargarbrøðrunum, Laðangarðsbóndan um eitt sindur av hoyggi. Bóndin lovaði honum eina byrði og bað hann taka av einari sátu. Hargarmaðurin tók alla sátuna uppá herðarnar og bar hana niðan undir Hargar. Tá ið Laðangarðsbóndin sá at øll sátan var horvin, varð hann illur og brigslaði hargarmanninum, at hann hevði tikið meira enn hann hevði fingið lov til. Men hargarmaðurn hevði vitni uppá, at hann hevði ikki borið meira enn eina byrði og tað var tað ið Laðangarðsbóndin hevði lovað honum. So varð bóndin at geva seg til tols.
Ein kúgv, ið hargarbrøðurnir áttu, var til fóðurs í Vági. Ein vetur fóru teir til Vágs eftir henni, men á vegnum heimaftur kom ódnarveður á teir og kavin legðist so ógvuligur, at øll hildu teir fara at doyggja úti. Men pápi teirra hevði góða vón. Hin elsti, segði hann, hevði onga neyð á landjørðini, slíkan knassa helt hann hann vera. Seint á kvøldi um leggingartíð komu teir til húsar, hin elsti berandi kúnna. Hon legðist fyri á Lopransdali, men so tók hann hana á bakið og bar hana allan vegin heim.
Írar vóru komnir inn á Hvalbiarfjørð fyri at ræna og ikki fóru teir fram við mýkindum. Fólkið flutti niðan í fjøllini til at skýla sær, meðan boð fór um oynna til at samla menn til verju. Hargarbrøðurnir fóru norður til Hvalbiar og høvdu við sær sum vápn ”kobbakeppar” við hvøssum jørnum í. Tá ið teir komu norður ímóti Káragjógv (sunnan fyri Hvalba) skiltust teir. Niklas fór í Káragjógv til at verja, hinir fóru í Ásgjógv har sum meginparturin av fíggindunum vóru stadir. Ein kom har Niclas stóð, hann var so óførur til støddar, at hann var ein knýttan neva millum eyguni. Hargarmaðurin fór ímóti honum og reiggjaði til við keppinum so írin small. Har lá hann og kiptist, tá tók Niklas korðan av honum og rendi ígjøgnum hann. Hargarbrøðurnir eltu írarnar oman Káragjógv og Ásgjógv. Ein av brøðrunum var úti á Flekki, men var horvin tá ið hinir komu og einki spor sást til hansara. Tá ið teir gingu oman fyri Lítla Hamar (vestast í Nesi), kom hann niðan frá vatninum, hann hevði elt ein íra til "Íradammin" og kruvt hann har. Niklas og Jógvan eltu tveir hinar ítastu av fíggindunum ið flýddu undan oman í Bø. Jógvan sló annan íran deyðan tætt við Gjørðagarð (hann skal liggja grivin í Slokkunum á Gjørðasondum). Niklas høgdi eftir hinum, eitt stórt høgg við keppinum, í tí at hann leyp um merkisgarðin millum Leirabø og Neystabø, men rakaði ikki. Høggið kom í garðin so har kom stórt skarð í - vallgrógvin garður var - og merkið eftir hesum høggi sigst at standa í garðinum enn.
Tá flyddi alt íraliðið ið eftir var, í bátarnar og aftur á skipið. Síðan fóru teir undir segl.
Stóra Dímun var boðin hargarbrøðrunum í løn fyri hetta avreksverk teirra. Teir róðu runt um oynna, men skoyttu ikki um at eiga hana: tí — hildu teir — eingin var fuglurin har afturímóti í Sumba. Sumba var útgivið ímóti nærum øllum Føroyalandi til fugl í teirri tíðini.
Søgnin sigur at ein dagin sum hargarbrøðurnir vóru til útiróðara, kom herviligur stormur av landnyrðingi á teir og teir spurdust ikki aftur.
Dánjal Petur í Gomlustovu hevur tó fortalt at hargabrøðurnir ikki gingu burtur, men at tað vóru brøður Niclas Thomasen (bóndi í Hørg frá 1688) sum gingu burtur henda dagin.
Sterka Marjun var móðir Hargarbrøðurnar. Faðir hennara var Jenis Jógvansson bóndi í Laðangarði og bróðir hennara Símun Jenisson tók við Laðangarðs festinum í 1592.
Keldutilfar
[rætta | rætta wikitekst]
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Hargarbrøðurnir Sagn eftir útgávuni: Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, Keypmannahavn 1898-1901 (archive.org)
- Hargarbrøðurnir, snar.fo