Kuba
| |||
Tjóðarslagorð: Patria o Muerte | |||
Tjóðsangur: La Bayamesa | |||
Alment mál | Spanskt | ||
Høvuðsstaður | Havanna | ||
Forseti | Miguel Díaz-Canel | ||
Varaforseti | Salvador Valdés Mesa | ||
Fullveldi | 1. januar 1959 (frá USA) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
109 884 km² 0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2012 - tættleiki |
11 167 325 101,6/km² | ||
Gjaldoyra | Kubanskur Peso (CUP) | ||
Tíðarøki | UTC -5 | ||
Økisnavn á alnetinum | .cu | ||
Telefonkota | +53
| ||
Kuba er eitt land í Karibiska havinum. Høvuðsstaðurin á Kuba er Havanna. Flestu kubanar eru ættaðir frá sponskum niðursetufólkum ella afrikonskum trælum úr Afrika, ið vórðu førdir hagar at arbeiða í búnaðarlundunum. Í góð fimmti ár hevur Fidel Castro styrt Kuba, men kommunistiska stýri hansara hevur elvt til, at landið hevur verið avbyrgt frá stórum pørtum av umheiminum.
Fleiri enn 200 áir renna ígjøgnum grønu dalarnar í størstu oynni í Karibia, Kuba. Annars eyðkenna fjøll, heyggjar og víðar fløtur landslagið, og allastaðni er jørðin ógvuliga fruktagóð og hóskar væl til at dyrka sukur, tubbak og alskyns tropiskar fruktir og grønmeti.
Búskapur
[rætta | rætta wikitekst]Sukur - gjørt úr sukurrørum, sum er stórvaksið grasslag, sum skal hava bæði nógv regn og nógva sól - hevur leingi verið týdningarmikið fyri Kuba og stendur enn fyri 75 % av øllum innflutningsinntøkunum. Longu tíðliga í 19. øld var sukurvinnan óføra góð inntøkukelda, mest at takka afrikonskum trælum, sum gjørdu alt arbeiðið í stóru sukurlundunum við hond. Nú eru arbeiðsviðurskiftini øðrvísi og nútímansgjørd, og sukurrørini verða mest skorin við maskinu. Men síðan fyrst í 1990-árunum er sukurgrøðin minkað, tí veðrið hevur ikki verið til vildar, og trupult hevur verið at fingið brennievni úr gamla Sovjetsamveldinum. Tí eru nógvar sukurverksmiðjur farnar at brúka ein sukurhjáúrdrátt, nevndur "bagasse", sum brennievni til maskinriknu vinnutól síni. Av øðrum sukurhjáúrdráttum kunnu nevnast putursukur, myrkur siropur, nevndur mellasi og brennivínsslagið romm, ið verður dropadrivið úr sukurrótasevju.
Heita veðrið um dagin og kaldar nætur eru bestu vakstrarumstøður hjá tí tubbaki, sum verður nýtt til havanasigarir. Tubbaksbløðini verða tikin, meðan tey eru ljósagrøn, og hanga so til turkingar í einar 6-7 vikur. Síðan verða tey skild og pakkað og sett at gera, so at tey verða mildari í smakkinum; eftir tað verða tey send til sigarverksmiðjurnar, har konufólk og mannfólk standa við long borð og rulla sigarir við hond. Ein góð sigar er gjørd úr í minsta lagi fimm tubbakssløgum. Sigarirnar verða pakkaðar í eskjur av setrisviði, at tær skulu ikki torna upp.
Politikkur
[rætta | rætta wikitekst]Kommunisma
[rætta | rætta wikitekst]Í 1959 feldu Fidel Castro og uppreistrarbólkur hansara einaræðisharran Batista. Síðan hevur Kuba verið kommunistiskt land og fekk stóran stuðul úr Sovjetsamveldinum, til tað syndraðist í 1991. Mangar samfelagsligar ábøtur og nýskipanir hjá Castro hava eydnast væl. Íbúðarviðurskiftini og heilsuverkið eru munandi batnað, og næstan alt fólkið dugir at lesa og skriva. Men USA kann framvegis ikki torga kommunistiska styrið í Havanna. Síðani Fidel Castro fór frá sum leiðari í apríl 2011, og bróðurin Raúl Castro tók við, hava myndugleikarnir framt fleiri nýskipanir. Eitt nú hava fólk fingið loyvi til at selja fasta ogn og bilar, bankarnir hava fingið størri rásarrúm, og reglurnar um at ferðast uttanlands eru linkaðar.
Fosturtøka
[rætta | rætta wikitekst]Umframt Uruguei er Kuba tað einasta latínamerikanska landið, sum loyvir kvinnum fosturtøku. Harumframt hava nakrir landspartar í Meksiko loyvt fosturtøku.
Kvinnurættindi
[rætta | rætta wikitekst]Eftir kollveltingina á Kuba bleiv javnstøða millum kynini ein partur av nýggja lógarverkinum í landinum, og stór framstig eru gjørd. Men enn síggjast ikki nógvar kubanskar kvinnur í týðandi politiskum og vinnuligum størvum á Kuba.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Amerikanarar taka Kuba, eftir at uppreistur hevur verið har í 1906. Fyri 1955 vóru tað ríkir góðseigarar og feløg í USA, sum áttu ta mestu jørðina á Kuba. Bøndurnir og arbeiðsfólkið vóru fátæk, og skúlagangur var lítil, so tað nógva av fólkinum dugdi hvørki at lesa ella skriva. Í 1959 var kollvelting í landinum, einaræðisharrin varð frákoyrdur, og oyggin fekk nýtt stýrislag, sum í mongum líktist í kommunistalondum. Fidel Castro kom til valdið á nýggjárinum 1959 og gjørdi Kuba til ein komunistiskan stat.
Mentan
[rætta | rætta wikitekst]Tónleikur
[rætta | rætta wikitekst]Lívligi tónleikurin í Kuba er sprottin úr sponskum og afrikonskum tónleiki. Spaniamenn høvdu síni sermerktu løg við sær og ljóðføri, sum gitara og violin; afrikanar høvdu ein heilt annan tónleik við sær og trummu og onnur rútmuljóðføri. Tónleikurin er lutvíst runnin saman og vorðin til rútmiskar tónleikagreinir sum mambo og salsa. Ein onnur væl umtókt tónleikagrein er afro-kubanski jazzstílurin.