Klaksvíkar Ítróttarfelag
Fult navn | Klaksvíkar Ítróttarfelag | ||
---|---|---|---|
Stovnað | 24 august 1904 | ||
Vøllur | Djúpumýra Stadium | ||
Kapasitetur | 530 (2600) | ||
Formaður | Tummas Lervig | ||
Venjari | Magne Hoseth | ||
Deild | Effodeildin | ||
2024 | 2. | ||
Heimasíða | Heimasíða | ||
|
Klaksvíkar Ítróttarfelag er eitt fótbóltsfelag úr Klaksvík, sum varð stovnað í 1904. Felagið hevur bæði mansfótbólt og kvinnufótbólt. KÍ kvinnurnar hava vunnið 17 FM heiti á rað og so hava tær vunnið steypakappingina 10 ferðir. KÍ menninir hava fyri tað mesta spælt í bestu mansdeildini, burtursæð frá 2010, tá teir spældu í 1. deild. KÍ var tað fyrsta føroyska liðið, ið spældi seg víðari til 3. kvalifikatiónsumfarð í Champions League, og harvið eisini tað fyrsta føroyska liðið, ið hevur spælt seg víðari til eitt europeiskt bólkaspæl fyri feløg.[1]
Heiður
[rætta | rætta wikitekst]Hesi tølini eru fyri mansfótbóltin í Klaksvík, fyri at síggja úrslitini hjá KÍ kvinnunum, sí KÍ (kvinnur).
- Effodeildin (besta mandsdeildin)
- Løgmanssteypið
- Vinnarar (6): 1966, 1967, 1990, 1994, 1999, 2016
- Finalistar (7): 1955, 1957, 1973, 1979, 1992, 1998, 2001
Fótbóltshópurin hjá liðnum í Effodeildini
[rætta | rætta wikitekst]- Dagført hin 2. august 2023
Viðmerking: Fløgg vísa til landslið, sambært reglunum hjá FIFA. Leikarar kunnu hava meira enn ein ikki-FIFA tjóðskap.
|
|
Brot úr søguni hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag1
[rætta | rætta wikitekst]Í 1904 - áðrenn Klaksvíkar kommuna varð sett á stovn - varð Klaksvíkar Ítróttarfelag, í dagligari talu nevnt KÍ, stovnað og tvey ár eftir stovnsetanina av kommununi, í 1910, varð fótbóltsvøllur gjørdur. Bæði í 1932 og í 1950 vóru stórar umvælingar gjørdar av vøllinum og í 1951 var hondbóltsvøllur gjørdur við síðuna av fótbóltsvøllinum. Fimm ár seinni var felagshús gjørt til KÍ. Hetta var gjørt í samráð við Klaksvíkar kommunu, sum samtykti stadionætlan í 1949. Eftir hetta – í 1960-unum - fekk KÍ nøkur góð ár og vann fleiri føroyameistaraheiti á rað.
Í 1968 varð stór ítróttarhøll bygd í Klaksvík. Høllin fekk stórar umvælingar í 1980-unum og hon varð eisini útbygd. Samstundis fekk fótbóltsvøllurin stórar umvælingar og í 1988 var graslíki lagt á vøllin. Nýliga er nýtt skýlið bygt við fótbóltsvøllin.
Harvið vóru ikki einans umstøðurnar hjá fótbóltinum gjørdar nógv betri, men eisini hondbólturin og innandura ítróttargreinar sum heild fingu nógv betri kor. Tey seinastu árini hava bæði flogbólturin, kvinnufótbólturin og kvinnuhondbólturin havt góð úrslit at víst á.
Úrslit úr evropeiskum kappingum
[rætta | rætta wikitekst]Dystir
[rætta | rætta wikitekst]- Viðmerkingar
- PR: Undanumfar
- QR: Innleiðandi umfar
- 1QR: Fyrsta innleiðandi umfar
- 2QR: Annað innleiðandi umfar
- 3QR: Triðja innleiðandi umfar
- PO: Playoff umfar
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Sensation: Klaksvik bliver Færøernes første hold i et europæisk gruppespil". 2. august 2023. https://bold.dk/fodbold/stillinger/champions-league/nyheder/sensation-klaksvik-bliver-faeroernes-forste-hold-i-et-europaeisk-gruppespil.
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]Føroyskur fótbóltur hjá monnum | |
---|---|
Betrideildin | |
07 Vestur | AB | B36 | B68 | EB/Streymur | HB | ÍF | KÍ | TB | Víkingur | |
1. deild | |
B36 II | B68 II | B71 | EB/Streymur II | FC Hoyvík | HB II | KÍ II | NSÍ | Skála | Víkingur II | |
Onnur feløg | |