Jump to content

Klaksvíkar Ítróttarfelag

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá KÍ Klaksvík)
Fult navn Klaksvíkar Ítróttarfelag
Stovnað 24 august 1904; 120 ár síðan (1904-08-24)
Vøllur Djúpumýra Stadium
Ground Kapasitetur 530 (2600)
Formaður Tummas Lervig
Venjari Magne Hoseth
Deild Effodeildin
2023 1.
Heimasíða Heimasíða
Frímerki við mynd av fótbóltsdysti millum KÍ og HB
KÍ á útivølli móti FC Suðuroy 2012. Páll Klettskarð gjørdist annar av tveimum toppmálskjúttum við 22 málum.

Klaksvíkar Ítróttarfelag er eitt fótbóltsfelag úr Klaksvík, sum varð stovnað í 1904. Felagið hevur bæði mansfótbólt og kvinnufótbólt. KÍ kvinnurnar hava vunnið 14 FM heiti á rað og so hava tær vunnið steypakappingina 10 ferðir. KÍ menninir hava fyri tað mesta spælt í bestu mansdeildini, burtursæð frá 2010, tá teir spældu í 1. deild. KÍ var tað fyrsta føroyska liðið, ið spældi seg víðari til 3. kvalifikatiónsumfarð í Champions League, og harvið eisini tað fyrsta føroyska liðið, ið hevur spælt seg víðari til eitt europeiskt bólkaspæl fyri feløg.[1]

Hesi tølini eru fyri mansfótbóltin í Klaksvík, fyri at síggja úrslitini hjá KÍ kvinnunum, sí KÍ (kvinnur).

Fótbóltshópurin hjá liðnum í Effodeildini

[rætta | rætta wikitekst]
Dagført hin 2. august 2023

Viðmerking: Fløgg vísa til landslið, sambært reglunum hjá FIFA. Leikarar kunnu hava meira enn ein ikki-FIFA tjóðskap.

Nr. Pláss Leikari
1 Noreg Markus Olsen Pettersen
2 Danmark Ve Patrick da Silva
4 Noreg Ve Vegard Forren
5 Serbia Ve Deni Pavlović
6 Føroyar Mi Mads Boe Mikkelsen
7 Føroyar Mi Árni Frederiksberg
8 Føroyar Mi Jákup Andreasen (anfører)
9 Føroyar Ál Páll Klettskarð
10 Fílabeinsstrondin Mi Luc Kassi
11 Føroyar Mi Jonn Johannessen
12 Noreg Ál Sivert Gussiås
14 Føroyar Mi René Joensen
15 Føroyar Ve Símun Kalsö
16 Føroyar Hannis Matras
17 Føroyar Ve Jóannes Danielsen
Nr. Pláss Leikari
18 Føroyar Mi Olaf Hansen
19 Føroyar Mi Dávid Andreasen
20 Føroyar Ve Börge Petersen
21 Føroyar Rói Hentze
22 Føroyar Ve Odmar Færø
23 Føroyar Mi Heini Vatnsdal
24 Føroyar Ál Silas Gaard
25 Føroyar Mi Óli Poulsen
26 Føroyar Mi Hallur Hansson
27 Gana Ve Latif Ahmed
28 Føroyar Ve Sølvi Johannessen
29 Føroyar Ve Jákup Norðoy Vilhelmsen
30 Føroyar Ál Jóhan Josephsen
31 Svøríki Jonathan Johansson
32 Danmark Mi Claes Kronberg

Brot úr søguni hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag1

[rætta | rætta wikitekst]

Í 1904 - áðrenn Klaksvíkar kommuna varð sett á stovn - varð Klaksvíkar Ítróttarfelag, í dagligari talu nevnt KÍ, stovnað og tvey ár eftir stovnsetanina av kommununi, í 1910, varð fótbóltsvøllur gjørdur. Bæði í 1932 og í 1950 vóru stórar umvælingar gjørdar av vøllinum og í 1951 var hondbóltsvøllur gjørdur við síðuna av fótbóltsvøllinum. Fimm ár seinni var felagshús gjørt til KÍ. Hetta var gjørt í samráð við Klaksvíkar kommunu, sum samtykti stadionætlan í 1949. Eftir hetta – í 1960-unum - fekk KÍ nøkur góð ár og vann fleiri føroyameistaraheiti á rað.

Í 1968 varð stór ítróttarhøll bygd í Klaksvík. Høllin fekk stórar umvælingar í 1980-unum og hon varð eisini útbygd. Samstundis fekk fótbóltsvøllurin stórar umvælingar og í 1988 var graslíki lagt á vøllin. Nýliga er nýtt skýlið bygt við fótbóltsvøllin.

Harvið vóru ikki einans umstøðurnar hjá fótbóltinum gjørdar nógv betri, men eisini hondbólturin og innandura ítróttargreinar sum heild fingu nógv betri kor. Tey seinastu árini hava bæði flogbólturin, kvinnufótbólturin og kvinnuhondbólturin havt góð úrslit at víst á.

Úrslit úr evropeiskum kappingum

[rætta | rætta wikitekst]
Sesong Kappign Umfar Felag Heima Úti Samanlagt
1992–93 UEFA Champions League PR Lettland Skonto 1–3 0–3 1–6
1995–96 UEFA Cup Winners' Cup QR Ísrael Maccabi Haifa 3–2 0–4 3–6
1997–98 UEFA Cup 1QR Ungarn Újpest 2–3 0–6 2–9
1999–2000 UEFA Cup QR Eysturríki Grazer AK 0–5 0–4 0–9
2000–01 UEFA Champions League 1QR Serbia og Montenegro Crvena Zvezda 0–3 0–2 0–5
2002–03 UEFA Cup QR Ungarn Újpest 2–2 0–1 2–3
2003–04 UEFA Cup QR Noreg Molde 0–2 0–4 0–6
2017–18 UEFA Europa League 1QR Svøríki AIK 0–0 0–5 0–5
2018–19 UEFA Europa League PR Malta Birkirkara 2–1 1–1 3–2
1Q Litava Žalgiris 1−2 1–1 2–3
2019–20 UEFA Europa League 1Q Litava Riteriai 0–0 1–1 1−1 (a)
2QR Sveis Luzern 0–1 0–1 0–2
2020–21 UEFA Champions League 1QR Slovakia Slovan Bratislava 3–0
(awd.)
N/A N/A
2QR Sveis Young Boys N/A 1–3 N/A
2020–21 UEFA Europa League 3QR Georgia (land) Dinamo Tbilisi 6−1 N/A N/A
PO Lýðveldið Írland Dundalk N/A 1–3 N/A
2022–23 UEFA Champions League 1QR Noreg Bodø/Glimt 3–1 0–3 3–4
UEFA Europa Conference League 2QR Montenegro Sutjeska Nikšić 1–0 0–0 1–0
3QR Kosovo Ballkani 2–1(E.l.l.) 2–3 4–4 (4–3 br.)
2023–24 UEFA Champions League 1QR Ungarn Ferencvárosi 0–0 3–0 3–0
2QR Svøríki BK Häcken 0–0 3–3 (E.l.l.) 3–3 (4–3 br.)
3QR Noreg Molde 2–1 0–2 (E.l.l.) 2–3
UEFA Europa League PO Moldova Sheriff Tiraspol ella Hvítarussland BATE Borisov 24. aug 31. aug
Viðmerkingar
  • PR: Undanumfar
  • QR: Innleiðandi umfar
  • 1QR: Fyrsta innleiðandi umfar
  • 2QR: Annað innleiðandi umfar
  • 3QR: Triðja innleiðandi umfar
  • PO: Playoff umfar

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
  1. "Sensation: Klaksvik bliver Færøernes første hold i et europæisk gruppespil". 2. august 2023. https://bold.dk/fodbold/stillinger/champions-league/nyheder/sensation-klaksvik-bliver-faeroernes-forste-hold-i-et-europaeisk-gruppespil. 

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo