20. november
Appearance
Okt - Nov - Des | ||||||
Má | Tý | Mi | Hó | Fr | Le | Su |
1 | 2 | 3 | 4 | 5 | 6 | |
7 | 8 | 9 | 10 | 11 | 12 | 13 |
14 | 15 | 16 | 17 | 18 | 19 | 20 |
21 | 22 | 23 | 24 | 25 | 26 | 27 |
28 | 29 | 30 | ||||
Kalendari fyri 2024 Allir dagar |
20. november er dagur 324 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 325 um skotár er). 41 eru dagar eftir av árinum. Dagurin er Altjóða barnarættindadagur.
Hendingar
[rætta | rætta wikitekst]- 1805 - Einasta opera Beethovens Fidelio, opnar í Wien.
- 1820 - Ein 80 tons avgustur loypir á og søkkur Essex (eitt hvalaskip frá Nantucket, Massachusetts) 2,000 míl frá vesturstrond Suðuramerika. (Hendingin er partvís íblástur til skaldsøguna Moby Dick hjá Herman Melville frá 1851.)
- 1945 - Nuremberg rættarhaldini: Rættarhaldini ímóti 24 nazi krígsbrotsmonnum byrja í Týsklandi.
- 1947 - Elisabet prinsessa giftist Philip Mountbatten, sum gerst greivi av Edinborg, í Westminster Abbey í London.
- 1959 - Sameindu Tjóðir viðtaka altjóða barnarættindasáttmálan. Vegna hetta verður Altjóða Barnarættindadagur hildin henda dag hvørt ár.
- 1962 - Kubanska rakettkreppan: Eftir at Sovjetsamveldið játtar at taka út síni vápn úr Kuba, endar amerikanski forsetin, John F. Kennedy, karantenuna av karabiska landinum.
- 1977 - Egyptiski forsetin Anwar Sadat gerst fyrsti arabiski leiðarin, ið fer á almenna vitjan til Ísrael. Hann møtir ísraelska forsætisráðharranum Menachem Begin, og talar frammanfyri ísraelska tinginum Knesset í Jerusalem, við vón um varandi friðaravtalu.
- 1979 - Umleið 200 Sunni muslimar gera uppreistur í Savdiarabia við Kaaba í Mecca, ímeðan pílagrímsferðin stendur yvir. Teir taka umleið 6000 gíslar. Saudiska stjórnin fær hjálp frá pakistansku fregnartænastuni at enda uppreisturin.
- 1985 - Microsoft Windows 1.0 verður útgivið.
- 1989 - Floyalskollveltingin: Talið á mótmælisfólki í Prag í Kekkia hækkar frá 200.000 dagin fyri til upp ímóti hálvari millión.
- 1990 - Andrei Chikatilo, ein av mest kendu hópdrápsmonnum Sovjetsamveldisins, verður hondtikin. Hann játtar 56 morð.
- 1991 - Ein aserbadjonsk tyrla, ið flytur 19 friðarvarðveitandi toymisfólk og blaðfólk ú Russlandi, Kasakstan, og Aserbadsjan, verður skotin niður av armenska herinum í Aserbadsjan .
- 1992 - Eldur tekur seg upp í Windsor Castle í Onglandi, Slottið tekur stóran skaða, ið verður mettur at kosta 50 milliónir pund.
- 2015 - Ein gíslatøka í Mali hevur við sær at í minsta lagi 19 fólk lata lív.
Føðingar
[rætta | rætta wikitekst]- 1858 - Selma Lagerlof, svenskur rithøvundur (d. 1940)
- 1917 - Robert Byrd, amerikanskur politikari (d. 2010)
- 1923 - Nadine Gordimer, suðurafrikanskur rithøvundur (d. 2014)
- 1924 - Benoit Mandelbrot, polskur støddfrøðingur (d. 2010)
- 1925 - Robert F. Kennedy, amerikanskur politikari (d. 1968)
- 1942 - Joe Biden, amerikanskur varaforseti.
- 1945 - Knút Olsen, føroyskur tónasmiður og tónleikari.
- 1949 - Ulf Lundell, svenskur tonleikari og sangari.
- 1956 - Bo Derek, amerikonsk sjónleikarinna.
Andlát
[rætta | rætta wikitekst]- 1910 - Leo Tolstoj, russiskur rithøvundur (f. 1828)
- 1975 - Francisco Franco, spanskur forsetisráðharri, generalur og diktator (f. 1892)
- 1984 - Kristian Djurhuus, føroyskur løgmaður (f. 1895)
Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember |