Robert F. Kennedy

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Robert F. Kennedy í 1964

Robert Francis "Bobby" Kennedy, stytt RFK (føddur 20. november 1925 í Boston, Massachusetts, deyður 6. juni 1968 í Los Angeles), var amerikanskur løgfrøðingur, politikari, løgmálaráðharri, senatorur og forsetavalevni.[1]

Robert F. Kennedy var av gitnu írsku-amerikansku Kennedy-ættini. Eldri bróðir sín, John F. Kennedy, virkaði sum 35. forseti í USA frá 1961 til deyða sín í 1963.

Robert F. Kennedy var limur í Demokratiska flokkinum og gjørdist amerikanskt forsetavalevni í mars 1968. Hann varð skotin í Los Angeles tann 5. juni 1968 og hann andaðist 26 tímar seinni.

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Robert F. Kennedy, nndb.com
Hendan greinin um USA er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana