Avgustur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Augustur)
How to read a taxoboxWikipedia:How to read a taxobox
How to read a taxobox
Avgustur
Avgustur við hvølpi
Avgustur við hvølpi
Stødd samanborin við miðalmenniskja
Stødd samanborin við miðalmenniskja

Vulnerable
Varðveitingarstøða
Viðbrekin
Frøðilig flokking
Ríki: Animalia
(Dýr)
Fylki: Chordata
(Chordatar)
Undirfylki: Vertebrata
(Ryggdýr)
Flokkur: Mammalia
(Súgdjór)
Hópur: Cetacea
(Hvalir)
Yvirætt: Odontoceti
(Tannhvalir)
Ætt: Physeteridae
(Avgustar)
Slekt: Physeter'
Linnaeus, 1758
Slag: P. macrocephalus
Útbreiðsluøki hjá avgusti.
Høvuðsgrunnar hjá avgusti kring heimin.
Beinagrindin.

Avgustur ella Spermur (frøðiheiti - Physeter macrocephalus) er heimsins størsti tannhvalur. Hannurin kann blíva uppí 20 metrar langur og viga uppí 50 tons. Honin er uppí 12 m til longdar og vigar 16 tons.

Augusturin livur í høðvusheitum av høggislokki. Hvalurin hevur einar 19 - 23 spískar tenn í tí klæna undirkjaftinum. Í yvirkjaftinum hevur hann holur, sum tenninar passa uppí. Nógvir augustar, serliga teir stóru hannanir, sum kunnu kava longst niður, kunnu takað rættiliga stóran høggislokk. Høðvusføðin er tó minni høggislokkur.

Augusturin hoyrir til millum teir hvalinir, sum kava longst niður. Teir kunnu vera undir í yvir ein tíma og kava longur enn ein km niður, teir stóru hannanir kunnu fara enn longur niður.

Augustur - Avgustur - Spermur[rætta | rætta wikitekst]

Hvalurin verður eisini nevndur Spermur, hetta er eisini enska (sperm whale) og norska spermhval) navnið. Hetta navnið kemur av spermacet, einari serligari olju, sum finst fremst í kúluni á hvalinum, í tí sokallaða spermacetorgan. Henda oljan er klár og flótandi við kropshita, men stadnar tá hitin lækkar og verður tá til ein hvítan form, nakað líkt stearin, hetta líkist nakað sáð og hagani kemur navnið Spermur. Augustur er stavsetingin hjá Svabo, men í nýggjari tíð verður navnið stavað við v Avgustur, tí eitt ástøði er at í eldri føroyskum æt hvalurin *Havgustur, t.e. "hann ið goysir hav".[1]

Gera landgongd í Føroyum[rætta | rætta wikitekst]

  • Jóladag í 2000 svam ein augustur seg uppá sandin í Nesi í Hvalba. Roynt varð at fáa hann útaftur, men tað eydnast ikki.
  • Nýggjársdag 2012 gjørdi ein augustur landgongd í mølini millum sandbakkar í Nesi í Hvalba.[2] Eftir ráðum frá djóralækna varð ikki roynt at gera nakað við henda augustin, sum doyði seinni sama dag.[3]
  • Í november 2013 gjørdu tveir avgustar landgongd í Sundalagnum, norðafyri Streymin, annar gjørdi landgongd við Norðskála, meðan hin gjørdi landgongd í Nesvík. Tað vóru upprunaliga fýra avgustar ið svumu har í Sundalagnum, men tveir av teimum fóru avstað aftur. Onkur stjól tenninar á tí fyrra avgustinum ið doyði, fólk sum varða av Hvalastøðini við Áir høvdu annars tosað um at varðveita beinagrindina av tí avgustinum, men tá allur undirkjafturin var horvin, so kundi tað gera tað sama. Men tá tann seinni avgusturin doyði, varð ansað betri eftir, og hesaferð vóru tenninar ikki stolnar. Tann 26. november var hesin avgusturin tikin upp á land á Hvalastøðina við Áir, eftir at hava ligið deyður í eini tveir dagar. Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, setti varliga hol á búkin á honum, og knappliga brast hann so at siga í andlitið á honum. Kringvarpið tók upp á film og varð hetta víst í Degi og Viku sama kvøldið og eisini lagt á heimasíðuna hjá Kringvarpinum. Filmsbrotið sum víst at hvalurin brast ferðast síðan víða og varð sætt av fleiri milliónum av fólkum kring allan heimin.[4]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Fróðskparrit, 43. nummar, 01.01.1995, s 73
  2. Sudurras.info, Augustur í Hvalba
  3. Kringvarp Føroya, Morgunsendingin 3. januar 2011.
  4. Kvf.fo, Sjónvarpsbrot um avgustin fer um allan heimin
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið