Hvalur
Hvalur | ||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Frøðilig flokking | ||||||||
|
Hvalur (frøðiheiti - Cetacea) er fiskalíkt súgdjór ið livir í havinum. Hvalur er størsti skapningur í havinum. Hvalir eru einastu súgdjór, sum eru í sjónum burturav. Eins og øll onnur súgdýr andar hann luft niður í seg. Hvalur blæsur gjøgnum blástrið, ið er á kúluni. Vit skifta hval í barduhval og tannhval. Í hvalaættini eru allir hvalir, delfinir og nísur. Allir eru smidligir, kava djúpt og kunnu vera leingi undir. Allir hvalir anda gjøgnum blástrið ovast á kúluni.
Útbreiðsla í Føroyum
[rætta | rætta wikitekst]Av hvali eru fleiri sløg, sum eru heilt sjáldsom at síggja við Føroyar, tí at tey bert leggja leiðina framvið, á veg suðureftir ella norðureftir, í teirra natúrligu ørindum. Av hesum hava vit sæð sløg sum royð, nebbafisk, sildreka og august, sum sæst her millum oyggjarnar eins og um allan heimin. Teir hvalir, sum eru oftari at síggja um okkara leiðir eru bóghvítuhvalur og grindahvalur.