Grindahvalur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Grindahvalurin er eitt av størstu djórunum í springarafamiljuni. Hann er ein ímynd av føroyskari mentan og hevur hjálpt føroyingum at yvirliva í fleiri øldir. Grindahvalir liva í familjubólkum, sum eru samansettir av honum, ungum teirra og av eldri hvalum. Ein vanligur bólkur hevur næstan 70% hondjór, og fyri at sleppa undan innannøring makast hesar bert við hannum úr øðrum bólkum. Líknandi familjubólkar, har honirnar hava avgerandi leiklutin, eru óvanligir í djóraheiminum.

Grindahvalur er ikki friðaður. Einstakar grindir verða dripnir í Grønlandi, men annars verður grindahvalur nú á døgum bara hildin til í Føroyum.


Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]