Jump to content

Selma Lagerlöf

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Selma Lagerlof)
Selma Lagerlöf í 1908, Carl Larsson hevur málað.

Selma Ottilia Lovisa Lagerlöf (fødd 20. november 1858; deyð 16. mars 1940) var ein svenskur rithøvundur. Hon fekk sítt gjøgnumbrot við Gösta Berlings saga (1891). Hon varð fødd og uppvaksin á harragarðinum á Mårbacka í Sunne kommunu í Värmland. Flestu søgur hennara fara fram í júst hesum partinum av Svøríki. Hon var útbúgvin lærari og undirvísti á einum gentuskúla í Landskrona í tíggju ár frá 1885 til 1895. Tað var hetta tíðarskeiðið, at hon skrivaði teir fyrstu partarnar av Gösta Berlings saga, sum hon sendi til eina skrivikapping, og síðan fekk hon í boði at geva út alla bókina. Selma var fyrsta kvinnan, sum fekk Nobelvirðislønina í bókmentum, og hon var eisini fyrsta kvinnan, ið gjørdist limur í Svenska Akademien.

Bøkur sum Selma Lagerlöf gav út, upprunaheitið:

  1. "Ordfabriken". http://www.ordfabriken.org/sla2011/omselmalagerlof/index.htm. Heintað 2013-05-23. 


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið