Koreakríggið
| Koreakríggið | |
|---|---|
| Dagfesting: | 25. juni 1950 til 27. juli 1953 |
| Stað: | Korea |
| Partur | |
| við fleiri ... | við fleiri ... |
Koreakríggið vardi frá 25. juni 1950 til 27. juli 1953. Í 1945 varð Korea býtt sundur og Sovjetsamveldið hersetti Norðurkorea, og Amerika hersetti Suðurkorea. Síðan 1948 hava stjórnirar í báðum londum hildið uppá, at tær eru einasti lógligi myndugleiki í øllum Korea. Tá ið hersetingardeildirnar tóku seg aftur í 1949, kyknaði marknastríð ímillum ríkispartarnar, og 25. juni 1950 brast kríggj á.
ST sendi herdeildir at hjálpa Suðurkorea, og túsundtals kinverskir hermenn bardust við Norðurkorea. Herovastin fyri ST-herdeildunum, Douglas MacArthur (26. januar 1880 í Arkansas – 5. apríl 1964), vildi sleppa at herja á Kina, men ST-umboðsfólkini vóru ikki sinnað at lata kríggið breiða seg og tóku upp friðarsamráðingar. 27. juli í 1953 samdust partarnir um at binda frið, eftir at tríggjar milliónir fólk høvdu latið lív ella vórðu vorðin heimleys.