Erotiskar bókmentir

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Erotiskar bókmentir. Opinskáraðar lýsingar av ástarlívi, t.e. kynsligum sambandi millum einstaklingar, antin av sama ella av mótsettum kyni. Skilmarkingin av hugtakinum er ógreið; øð­rumegin eru ástarbókmentir av ymsum slag, hinumegin eru porno­grafiskar bókmentir; tað veldst um ytri umstøður, hvat metist sum e.b. í hvørjum føri: siðalag, átrúnað, hugburðin hjá myndugleikum, siðvenjur í samfelagnum; og harumframt ta bók­mentahevd, sum bygt verður á. E.b. hava fornar røtur; tær hava helst verið týðandi táttur í forngrikskum bókmentum; ein orsøk til tað kann hava verið, at tær vóru ikki í andstøðu til grikskan átrúnað, tvørturímóti var ymiskt, sum stuðlaði upp undir tær, sbr. dionýsosardyrkan. Lítið er varðveitt í óbundnum máli, men hin vegin í bundnum máli. Grikskar bókmentir høvdu stóra ávirkan á tær rómversku. Yrkingar eftir summi romversk skald í 1. øld f.Kr. kunnu teljast millum e.b., t.d. yrkingar eftir Catullus og Ovidius, men serliga Ars Amoris eftir hin seinna. Hesin skaldskapur hevði drúgva ávirkan á evropeiskan miðaldar­skaldskap.

E.b. stóðu í miklum blóma í endurreisnini: skaldini leitaðu sær evni í eldri skaldskapi: í romverskum bókmentum, skemtisø­gum og ymsum ferðaskaldskapi. Stór søgusøvn komu fram í 14. øld: Decamerone (1353) eftir italska skaldið Giovanni Boccaccio (1313-1375), og eitt sindur seinni Canterbury Tales (skrivað frá 1380’unum til seinast í 1390’unum) eftir enska skaldið Geoffrey Chaucer (um 1343-1400). Í Onglandi stóðu e.b. í blóma í seinna parti av 17. øld og fyrra parti av 18.; men vegna harðnandi mótstøðu frá kirkjuni flutti miðstøð teirra seg til Fraklands, og har eiga tær fastan sess fram í hesa øldina. Navnfrom fronsk skald, sum hava skrivað e.b., eru t.d. Denis Diderot (1713-1784), Pierre Choderlos de Laclos (1741-1803), ið skrivaði Les Liaisons dangereuses (1782, gjørd til film 1959, 1988 og 1989) og Marquis de Sade (1740-1814), sum sadisman eitur eftir. Masokisman er hinvegin yngri og hevur navn av eysturríkaranum Leopold von Sacher-Masoch (1836-1895), sum skrivaði Venus im Pelz (1870) og sum Lou Reed (f. 1942) sipar til í sanginum Venus in Furs (1967). Í sjálvsævisøguformi eru endurminningarnar hjá Giacomo Casanova (1725-1798), sum ikki vórðu givnar út í fullari longd fyrr enn í 1960.

Í 19. øld fordømdi borgaraligt siðalag, serliga í german­sku londunum, e.b.; hinvegin trivust tær framvegis sum eitt slag av undirgrundarbókmentum, vórðu prentaðar í loynd ella uttan­lands. Í 20. øld vinda e.b. upp á seg. Millum undangongumenn í Bretlandi eru D.H.Lawrence (1885-1930) (Sons and Lovers 1913, Lady Chatterley's Lover 1928), men verk hansara vóru leingi bannað í heimlandinum. Eftir seinna stríð hava e.b. vunnið fram víða um lond, lógar­bann móti teimum eru eisini linkað nógvastaðni. Nevndir kunnu verðu høvundar sum Henry Miller (1891-1980), Vladimir Nabokov (1899-1977), Norman Mailer (f. 1923) í Amerika; í Norðurlondum Agnar Mykle (1915-1994) og Chr. Kampmann (1939-1988). Nógvir yngri føroy­skir høvundar ganga nú eisini nógv longri hesum viðvíkjandi, enn vanligt hevur verið. Nevnast kunnu Høgni av Heiði (f.1962) Tað heita summarið (1987), savnið Ein varligur dráttur í tara og aðrar stuttsøgur (1996) og Jóanes Nielsen (f.1953) Glansbílætasamlararnir (2005). Gongdin tey seinastu áratíggjuni hevur yvirhøvur verið, at alskyns tabu viðvíkjandi lýsingum av kynslívi eru upployst, og tískil er minkandi orsøk til at skilja e.b. frá øðrum fagurbókmentum.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið