Høgni av Heiði

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Høgni av Heiði (fyrr Mortensen, føddur 2. januar 1962 í Keypmannahavn, uppvaksin í Havn) er ein føroyskur rithøvundur.

Eftir studentsprógv úr Hoydølum tók hann prógv í russiskum á Pusjkin-skúlanum í Moskva 1983 og prógv á Føroya Læraraskúla í 1986. Sama árið flutti hann við vietnamesisku konuni til Keypmannahavnar, har hann hevur starvast á ymsum skúlum, bókasøvnum og heilsølum. Høgni hevur fyri seg sjálvan lisið bæði sálarfrøði, heimspeki og bókmentir, men einahelst gudfrøði hevur havt hansara áhuga. Hetta seinasta evnið hevur hann skrivað um í teimum føroysku bløðunum og givið út bókina Prestar og profetar, 18 greinir um átrúna og lívsáskoðan 1994.[1] Við skaldsøguni Tað heita summarið, sum kom út í 1987 gjørdi Høgni av Heiði av álvara vart við seg í føroyskum bókmentum. Bæði tí søgan fer fram í Vjetnam, og tí hon er meira erotisk enn vanligt var í føroyskum bókmentum.

Útgivið[rætta | rætta wikitekst]

Skaldsøgur[rætta | rætta wikitekst]

  • 1987: Tað heita summarið. Skaldsøga. Mentunargrunnur Studentafelagsins. Endurútgivin av Sprotanum í 2013.
  • 1994: Við bivandi hjarta. Skaldsøga. Mentunargrunnur Studentafelagsins. Endurútgivin av Sprotanum í 2013.
  • 1996: Dagar í Vietnam. Brot úr lívvsøgu, Forlagið Hagasóljan.[2] Endurútgivin av Sprotanum í 2013.[3]

Yrkingar[rætta | rætta wikitekst]

  • 1995: Vatnið millum fjalla. Yrkingar. Forlagið Hagasóljan.

Aðrar útgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • 1985: Kristiligur ágangur. Greinin, sum tey føroysku bløðini sensureraðu. Mótmælisrit. [4]
  • 1994: Prestar og profetar. 18 greinir um átrúna og lívsáskoðan (1986-91). Prometeus.
  • 2013: Føroyingur við ongum flaggi. 28 greinir og ummæli (1994-2005). E-bók. Vitra.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. ms.fo
  2. trove.nla.au
  3. "Sprotin.fo". http://sprotin.fo/show_product.php?ProductId=361. Heintað 2013-11-17. 
  4. "hnj.fo". http://www.hnj.fo/include/main.asp?sida=../Link/viewforfatter2&id=26. Heintað 2013-11-17.