Wikipedia:Mánaðargreinin/juli 2023

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Massachusetts
Massachusetts

Samveldið Massachusetts (enskt: Commonwealth of Massachusetts) er stakríki í Nýonglandi, í landnyrðingshorninum av Sambandsríkinum Amerika. Massachusetts er næststørsta stakríkið í Nýonglandi, næst eftir Maine.

Her í Massachusetts búgva umleið 6,5 mió. fólk. Høvuðsstaðurin og størsti býurin er Boston, næststørsti býur eitur Worcester. Elsti lærdi háskúlin í Amerika, Harvard, er staddur her í Massachusetts.

Í 1788 bleiv Massachusetts stakríki í USA. Norðari parturin í Massachusetts varð seinni til statin Maine. Eyknevni av Massachusetts er Víkstaturin (enskt: Bay State).

Kendi amerikanski rithøvundur Henry David Thoreau er føddur og deyður í býnum Concord í Massachusetts. Náttúra og serliga fuglar hugtaka amerikanska rithøvundin, og hansara tankar um einfaldan livihátt, sum vórðu lýstir í víðagitnu bókini "Walden - Life in the Woods” (1854). Hann búði m.a. við vatnið Walden Pond í Massachusetts árini 1847 til 1849.

Landafrøði

Cape Cod

Í norðri hevur Massachusetts mark við New Hampshire og Vermont, í suðri við Rhode Island og Connecticut, og í vestri við New York. Atlantshavið liggur í eystri. Áin Connecticut rennur ígjøgnum Massachusetts. Hægsta fjallið er Mount Greylock í útnyrðingsparti av landinum. Tað er 1.069 metrar høgt.

Søga

Upprunafólkið

Upprunafólkini í sunnara parti av Nýonglandi.

Upprunafólkið í Massachusetts eru norðuramerikanskir indiánar av ymsum ættbólkum, ið allir tosaðu tungumál, sum hoyra til eysturalgonkinska bólkin í algonkinsku málættini. Fyri 500 árum síðan búði ættbólkurin Massachusetts fram við eysturstrondini. Hetta fólkið var partur av Wampanoag-sameiningini. Í miðpartinum av Massachusetts búðu fólk av Nipmuck-ættbólkinum og í vestara parti livdi ættbólkurin Pocumtuc.

Niðursetufólkið

Mayflower. Skipið, sum flutti fyrstu niðursetufólkini til Massachusetts.

Bretskir keypmenn og átrúnaðarlig flóttafólk búsettu seg í niðursetuøkjum sum Plymouth1620) og Massachusetts Bay (í 1630) í Massachusetts. Tey komu við vónum um at røkja sína trúgv uttan uppílegging av høvuðkambum, biskupum, prestum og øðrum, sum trýstu tey at hoyra til almennu kirkjuna.

Niðursetufólkini ella pílagrímarnir vóru ein blandingur av fólkum ymsastaðnis frá: serliga týskarar, fraklendingar og onglendingar. Teir síðstnevndu búsettu seg í landnyrðingshorninum, t.d. í Boston. Niðurlendskir og svenskir niðursetumenn komu eisini hagar. Fyrst í 17. øld vóru mangir protestantar ónøgdir við bretsku kirkjuna. Ein protestantiskur sertrúarflokkur, loysingarmenninir (separatistarnir), seinni nevndir pílagrímarnir, gjørdi av at fara til Massachusetts. Teir vónaðu at kunna seta seg niður og dyrka sína trúgv í friði og náðum. Í september í 1620 fóru um 100 pílagrímar úr Stóra Bretlandi við skipunum Mayflower. Mayflower var upprunaliga farmaskip og ikki bygt at flyta fólk. Teir ætlaðu at sigla til Virginia, men eftir harðbalna ferð komu teir til Massachusetts.

Áðrenn teir stigu fótin á land, gjørdu teir Mayflowersáttmálan, sum segði, hvussu teir skuldu stýra niðursetubygd síni, ið teir nevndu Plymouthlundin. Helvtin av niðursetufólkunum livdu ikki fyrsta veturin av í Massachusetts, og niðursetubygdin Plymouth hevði helst doyð út, høvdu indiánararnir, sum búðu tætt við, ikki hjálpt teimum. Men Plymouth hóraði undan, og sum tíðin leið, kom hon reiðiliga fyri seg. Tíggju ár eftir at pílagrímarnir komu til USA, fóru reinleikabrøðurnir (puritanararnir) at flyta til Massachusetts í stórum tali. Reinleikabrøðurnir stovnaðu lærda háskúlan í Harvard í 1636. Nakað norðan fyri Plymouth er Boston; hann er ein av teimum elstu býunum í Amerika, og har er góð skipahavn. Nógv vara, sum kemur til Massachusetts, verður uppskipað har.

Síðan 18. øld hevur Massachusetts tikið ímóti nógvum fólkum við ymiskari mentan. Innflytarar eru komnir úr Evropa, Afrika og Ásia.