Henry David Thoreau

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Thoreau í 1856.

Henry David Thoreau (12. juli 18176. mai 1862) var ein viðurkendur rithøvundur, yrkjari og heimspekingur. Hann var úr Massachusetts og hevur lisið á Harvard College. Skaldsøgan hjá Henry David Thoreau "Walden; or Life in the Woods" eru hugleiðingar um lívið og samfelagið. Tær byggja á royndir, hann gjørdi í 1845, tá hann einsamallur flutti í eina smáttu, hann bygdi sær við eitt stórt vatn, Walden Pond í Concord, Massachussetts. Hann kvetti við gerandisdagin, ið eftir hansara tykki var ov avmarkandi fyri mannalívið og mannafrælsið. Thoreau fann sannleika í friðinum í oyðini. Í bókini Walden greiðir hann frá at bert við at gera seg leysan av mannaskapta heiminum ber veruliga til at fáa sovandi sjálvið í sær at vakna. Thoreau var sannførdur um, at tú hevur ikki veruliga verið til, fyrr enn tú lagar teg til ein tílíkan livihátt sum tann, hann skapti sær í Walden. Henda einfalda men avgjørda sannføring – saman við sivilum ólýdni – hevur givið nógvum íblástur til at taka undir við hansara heimspeki um individualismu og kærleika til náttúruna.

Thoreau noktaði eisini at betala skatt, tí hann ikki vildi stuðla kríggi. Hann helt tað ikki vera rætt av politikarum at tvinga fólk at stuðla onkrum, sum tey hildu vera skeivt. Tað skuldi vera ein avgerð, sum fólk tóku við sínari egnu samvitsku.