Harvard University

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Harvard í 1767.

Harvard University í Massachusetts varð sett á stovn longu í 1636 og er elsti lærdi háskúlin í Amerika. Men Harvard er ikki bara elsti lærdi háskúlin í USA, hetta er eisini mest virda universitetið í USA – ivaleyst við Yale University í Connecticut beint í hølunum. Og tað er ikki bara sum at siga tað, at koma inn á Harvard, als ikki hjá útlendingum. Og at hava akademiska útbúgving av einum lærdum háskúla sum Harvard er eisini nakað fyri seg. Eitt er, at tú fært akademiska førleikan, sum í sjálvum sær gevur nógvar møguleikar, men hevur tú so tikið útbúgvingina á slíkum stað sum Harvard, kvalifiserar tað teg fleirfalt. Í 2008 vóru slakar tjúgutúsund umsóknir til tey gott og væl sekstanhundrað lestrarplássini.

Um Harvard University[rætta | rætta wikitekst]

  • Sett á stovn í 1636.
  • Lesandi í alt 19.539.
  • Heiðurslønarvinnarar Nobels 39.
  • Heimsins størsta universitets-bókasavn.
  • Kalla upp eftir fyrsta veruliga verjanum John Harvard of Charlestovn.

Teirra millum, sum hava gingið á Harvard, eru[rætta | rætta wikitekst]