Wikipedia:Mánaðargrein 2017
Mánaðargreinir nýttar í 2017.
Mánaðargrein fyri januar
Wikipedia:Mánaðargreinin/januar 2017
vís -
kjak -
søga -
rætta
Mánaðargrein fyri februar
Sverri Sandberg Nielsen (føddur 1993 í Tórshavn, uppvaksin í Miðvági) er ein føroyskur rógvari, sum hevur róð kapp í Føroyum, bæði vanligan kappróður og inniróður, og sum nú rør kapp við danska landsliðnum. Í februar 2011 luttók Sverri í óalmennari HM kapping í Boston. Hann vann kappingina í sínum bólki, og gjørdist harvið heimsmeistari í innandura rógving. Hann luttók í bólkinum U19 (dreingir 17-18 ár) og vann við tíðini 6:04.8. Hann hevur luttikið á EM og VM fyri Danmark og var minni enn eitt sekund frá at kvalifisera seg til OL í Rio 2016. Tríggjar ferðir hevur hann sett nýtt danskt met i inniróðri, tað hendi trý ár á rað: 2015, 2016 og 2017, allar tríggjar ferðir gjørdist hann eisini danskur meistari. Hann venur og rør við Danske Studenters Roklub og danska landsliðið. Hann rør í einkultskullara.
Mánaðargrein fyri mars
Kalifornia er ein lutstatur í vestri í Sambandsríkinum Amerika við 39,2 miljónum íbúgvum. Í suðri hevur Kalifornia mark við Meksiko, í norðri við Oregon, í eystri við Nevada og Arizona og í vestri við Kyrrahavið. Í september 1850 bleiv Kalifornia 31. stakríki í USA. Lutstaturin var fyrr partur av Meksiko. Sacramento er høvuðsstaðurin, og størsti býurin er Los Angeles. Breiðir motorvegir og skjóttgangandi jarnabreytir knýta stóru býirnar saman, risastórar brýr eru lidnar og fleiri eru í gerð. Landskjálvtar eru vanligir har á leið, og ofta hava teir gjørt stóran skaða. Eisini fólkið í stórbýunum San Francisco og Los Angeles livir í vanda fyri landskjálvta. Tilsamans er Kalifornia 423 970 km² stórt, t.d. 1,2 ferðir størri enn Týskland.
Mánaðargrein fyri apríl
Butan er eitt sjálvstøðugt kongsríki í Himaleia millum Tibet í Vesturkina og India. Har búgva umleið 700.000 fólk, sum eru millum tey fátækastu í heiminum. Av hesum búgva eini 100 túsund í Thimphu. Landið hevur valt at avbyrgja seg og hevur tí í øldir gingið sína egnu leið. Í norðri hevur Butan mark við Kina, í eystri, suðri og í vestri við India. Kongsríkið Butan er gátuført og lítið kent land, tí at tað var stongt fyri umheimurin langt upp í 1970-árini. Eisini er ringt at koma fram í óføra fjallalendinum. Butan er buddistiskt land, og kongurin, nevndur drekakongurin (nú Jigme Khesar Namgyel Wangchuck), er einaveldugur.
Mánaðargrein fyri mai
Athen er høvuðsstaður Grikkalands og størsti býurin í landinum. Athen er ein av heimsins elstu býum, sum frá skrivligum keldum kann føra sína søgu umleið 3400 ár aftur í tíðina. Har búgva 664 046 íbúgvar í sjálvum býnum. Stórbýurin Athen við forstøðum og upplandi hevði 3.074.160 íbúgvar í 2011, á einum 412 km2 stórum øki. Sambært Eurostat er Athen tann stórbýurin í ES, sum hevur 7. flestar íbúgvar og 4. flestar íbúgvar av høvuðsstøðunum í ES í 2004. Athen er tann syðsti høvuðsstaðurin í Evropa. Arvurin frá tí klassisku tíðini er enn sjónligur í Athen við minnisvarðum og ymiskum bygningum, sum eru listarverk, har tað kendasta nokk man vera Parthenon á Akropolis, sum av mongum verður hildið at vera týdningarmesta bygningsverkið í vesturlendskari mentan frá fornari tíð. Býurin hevur eisini fleiri fornminni frá rómverskari og bysantinskari tíð, og nøkur frá tí osmanniska tíðarskeiðnum. Athen hevur tveir heimsarvar, sum eru á listanum hjá UNESCO yvir heimsarvar, nevniliga Akropolis og Dafni Klostrið.
Mánaðargrein fyri juni
Hin føroyski Fólkaflokkurin (radikalt sjálvstýri) varð stovnaður í 1939. Fólkaflokkurin er afturhaldssinnaður flokkur á Løgtingi. HUXA er nevndin hjá fólkafloksungdómi. Fólkaflokkurin er ein borgarligur og afturhaldssinnaður tjóðskaparflokkur. Endamál floksins er fult sjálvstýri fyri Føroyar. Flokkurin vil hækka skattalágmarkið, og betri lánmøguleikar til at fíggja íløgur til umleggingar og útbyggingar av vinnulívi landsins. Fólkaflokkurin gjørdist limur í felagsskapinum "Alliance of European Conservatives and Reformists" (AECR) í november 2013. Hetta er ein afturhaldssinnaður felgsskapur, ið er nýskipanarsinnaður og serstakliga skeptiskur mótivegis ES. Felagsskapurin hevur sum stevnumið at arbeiða fyri frælsum marknaðum, frælsum fólki, NATO og frælsum tjóðum. Búskaparliga heimskreppan í 1930-árunum elvdi framburðsmonnum til at stovna Vinnuflokkin, sum á løgtingsvalinum í 1936 fekk tvey umboð á tingi. Hesin broytti í 1940 navn til Fólkaflokkurin. Fólkaflokkurin vil t.d. virka fyri eini flatskattaskipan við hækkandi botnfrádrátti. Flokkurin vil at Føroyar skulu gerast sjálvstøðugur limur í NATO, WHO og ST. Núverandi floksleiðari er Jørgen Niclasen (2007-).
Mánaðargrein fyri juli
Torkil Veyhe (føddur 9. januar 1990) er Føroya besti súkklari. Torkil súkklar fyri danska kontinentalsúkkluliðið Team ColoQuick-Cult og fyri Føroyar á Oyggjaleikum. Hann hevur fyrr súkklað fyri Team WeBike-CK Aarhus í 2015-16, Odder Cykel Klub 2012-15 og Tórshavnar Súkklufelag 2007-12. Torkil flutti til Danmarkar í 2012 fyri at lesa til civilverkfrøðing og fyri at súkkla. Fyrstu árini súkklaði hann við liðum, ið ikki eru professionell, men síðan 2017 hevur hann verið profesionellur súkklari. Hann hevur vunnið fleiri ymiskar súkklukappingar bæði í Føroyum, Danmark og á Oyggjaleikum, og hevur eisini luttikið í kappingum í øðrum londum. Hann hevur eitt nú vunnið Pinsecuppen og Rødekro-løbet í Danmark, Kring Føroyar og FM í Føroyum og tíðarkoyring á Oyggjaleikum. Hann hevur sett sær mál, harav fleiri eru rokkin. Tá ið Torkil í november 2015 skifti felag og fór frá Odder Cykle Club til Team WeBike-CK Aarhus, setti hann sær sum mál at vinna ein A-sigur og at vinna síni fyrstu UCI-stig. Bæði hesi mál eydnaðust í april og mai 2016, tá ið hann vann tey fyrstu 3 UCI-stigini í Himmerland Rundt, og tá ið hann vann Marcello Bergamo Cuppen 2016 (eisini kent sum Pinsecuppen). Hann hevur fleiri ferðir verið millum topp-3 og topp-10 í kappingum í Danmark. Í 2017 hevur hann eisini gjørt vart við seg í norsku UCI-kappingini Tour des Fjords, har hann var um reppið at vinna fjórða teinin, men var yvirhálaður stutt áðrenn málstrikuna av fleirfalda norska meistaranum, Edvald Boasson Hagen. Á 2. og 4. teini vann hann stríðssigurin og fekk laksatroyggjuna. Á Tour des Fjords 2017 gjørdist hann harumframt nummar fýra í fjallakappingini og nummar fimm í stigkappingini. Á DM 2017 gjørdist hann nummar 10 í tíðarkoyring og 11 í vegsúkklukappingini. Á Oyggjaleikum 2017 endurvann hann gullheiðursmerkið í tíðarkoyringini og var nummar í býarkoyringini.
Mánaðargrein fyri august
Wikipedia:Mánaðargreinin/august 2017
vís -
kjak -
søga -
rætta
Mánaðargrein fyri september
Rannvá Biskopstø Andreasen (fødd 1980) er ein føroyskur fótbólsleikari, ið spælir við KÍ og føroyska kvinnulandsliðnum. Rannvá er toppskorari á landsliðnum við 26 málum (pr. 1. september 2017) og hevur fleiri ferðir verið toppskjútti í bestu føroysku fótbóltsdeildini hjá kvinnum. Hon hevur higartil (1. sep. 2017) spælt 357 dystir og skorað 521 mál fyri KÍ. Rannvá hevur spælt 50 dystir og skorað 16 mál fyri KÍ í UEFA Women's Champions League, fyrr kent undir heitinum UEFA Women's Cup. Hon spældi sín fyrsta dyst í Champions League í oktober 2001 í fyrsta umarið í 2001–02, ið varð leikt í Helsinki. Rannvá skoraði bæði málini í fyrsta dystinum hjá KÍ, sum KÍ vann 2–1 yvir eysturríkska liðið USC Landhaus Wien, men síðan tapti KÍ 4–0 móti vertunum, HJK og móti italsku meistarunum Torres og vórðu sligin út úr kappingini. Rannvá spældi sín 50. dyst í UEFA Women's Champions League hin 28. august 2017 í einum 6-1 sigri móti ŽFK Istatov úr Makedonia. KÍ var tó longu sligið út úr kappingini, ið var 1. innleiðandi umfar av Champions League, eftir at hava tapt teir fyrstu tveir dystirnir. Til 29. august 2017 hevur Rannvá bert mist ein dyst av teimum higartil 51 dystunum hjá KÍ í UEFA Women's Champions League, tað var dysturin ið varð leiktur 13. august 2005. Orsøkin var tann, at hon tveir dagar frammanundan hevði fingið reytt kort. Liðfelagi hennara, Malena Josephsen, hevur eisini spælt 50 dystir fyri KÍ í Champions League. Rannvá er tvíburðarsytstir Ragnu Patawary, ið eisini spælir fótbólt við KÍ og føroyska landsliðnum.
Mánaðargrein fyri oktober
Wikipedia:Mánaðargreinin/oktober 2017
vís -
kjak -
søga -
rætta
Mánaðargrein fyri november
Wikipedia:Mánaðargreinin/november 2017
vís -
kjak -
søga -
rætta
Mánaðargrein fyri desember
Wikipedia:Mánaðargreinin/desember 2017
vís -
kjak -
søga -
rætta