Jump to content

Wikipedia:Mánaðargreinin/juli 2017

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Torkil Veyhe
Torkil Veyhe

Torkil Veyhe (føddur 9. januar 1990) er Føroya besti súkklari. Torkil súkklar fyri danska kontinentalsúkkluliðið Team ColoQuick-Cult og fyri Føroyar á Oyggjaleikum. Hann hevur fyrr súkklað fyri Team WeBike-CK Aarhus í 2015-16, Odder Cykel Klub 2012-15 og Tórshavnar Súkklufelag 2007-12. Torkil flutti til Danmarkar í 2012 fyri at lesa til civilverkfrøðing og fyri at súkkla. Fyrstu árini súkklaði hann við liðum, ið ikki eru professionell, men síðan 2017 hevur hann verið profesionellur súkklari. Hann hevur vunnið fleiri ymiskar súkklukappingar bæði í Føroyum, Danmark og á Oyggjaleikum, og hevur eisini luttikið í kappingum í øðrum londum. Hann hevur eitt nú vunnið Pinsecuppen og Rødekro-løbet í Danmark, Kring Føroyar og FM í Føroyum og tíðarkoyring á Oyggjaleikum. Hann hevur sett sær mál, harav fleiri eru rokkin. Tá ið Torkil í november 2015 skifti felag og fór frá Odder Cykle Club til Team WeBike-CK Aarhus, setti hann sær sum mál at vinna ein A-sigur og at vinna síni fyrstu UCI-stig. Bæði hesi mál eydnaðust í april og mai 2016, tá ið hann vann tey fyrstu 3 UCI-stigini í Himmerland Rundt, og tá ið hann vann Marcello Bergamo Cuppen 2016 (eisini kent sum Pinsecuppen). Hann hevur fleiri ferðir verið millum topp-3 og topp-10 í kappingum í Danmark. Í 2017 hevur hann eisini gjørt vart við seg í norsku UCI-kappingini Tour des Fjords, har hann var um reppið at vinna fjórða teinin, men var yvirhálaður stutt áðrenn málstrikuna av fleirfalda norska meistaranum, Edvald Boasson Hagen. Á 2. og 4. teini vann hann stríðssigurin og fekk laksatroyggjuna. Á Tour des Fjords 2017 gjørdist hann harumframt nummar fýra í fjallakappingini og nummar fimm í stigkappingini. Á DM 2017 gjørdist hann nummar 10 í tíðarkoyring og 11 í vegsúkklukappingini. Á Oyggjaleikum 2017 endurvann hann gullheiðursmerkið í tíðarkoyringini og var nummar í býarkoyringini.