Jump to content

Wikipedia:Mánaðargreinin/september 2017

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Rannvá B. Andreasen
Rannvá B. Andreasen

Rannvá Biskopstø Andreasen (fødd 1980) er ein føroyskur fótbólsleikari, ið spælir við og føroyska kvinnulandsliðnum. Rannvá er toppskorari á landsliðnum við 26 málum (pr. 1. september 2017) og hevur fleiri ferðir verið toppskjútti í bestu føroysku fótbóltsdeildini hjá kvinnum. Hon hevur higartil (1. sep. 2017) spælt 357 dystir og skorað 521 mál fyri KÍ. Rannvá hevur spælt 50 dystir og skorað 16 mál fyri KÍ í UEFA Women's Champions League, fyrr kent undir heitinum UEFA Women's Cup. Hon spældi sín fyrsta dyst í Champions League í oktober 2001 í fyrsta umarið í 2001–02, ið varð leikt í Helsinki. Rannvá skoraði bæði málini í fyrsta dystinum hjá KÍ, sum KÍ vann 2–1 yvir eysturríkska liðið USC Landhaus Wien, men síðan tapti KÍ 4–0 móti vertunum, HJK og móti italsku meistarunum Torres og vórðu sligin út úr kappingini. Rannvá spældi sín 50. dyst í UEFA Women's Champions League hin 28. august 2017 í einum 6-1 sigri móti ŽFK Istatov úr Makedonia. KÍ var tó longu sligið út úr kappingini, ið var 1. innleiðandi umfar av Champions League, eftir at hava tapt teir fyrstu tveir dystirnir. Til 29. august 2017 hevur Rannvá bert mist ein dyst av teimum higartil 51 dystunum hjá KÍ í UEFA Women's Champions League, tað var dysturin ið varð leiktur 13. august 2005. Orsøkin var tann, at hon tveir dagar frammanundan hevði fingið reytt kort. Liðfelagi hennara, Malena Josephsen, hevur eisini spælt 50 dystir fyri KÍ í Champions League. Rannvá er tvíburðarsytstir Ragnu Patawary, ið eisini spælir fótbólt við KÍ og føroyska landsliðnum.