Wikipedia:Hendingar/19. apríl
Appearance
Hin 19. apríl: Tjóðardagur Venesuela
- 797 - Irena, móðir hjá keisaranum í Bysantinska ríkinum, Konstantin VI, fær samansvørjing í lag móti soni sínum. Hann verður frásettur og blindaður. Hann doyr nakrar dagar seinni av sárinum. Irena gerst keisarinna í Konstantinopel.
- 1770 - Bretski sjófarin James Cook (myndin) hómar eysturstrondina av Avstralia.
- 1770 - Marie Antoinette giftist Ludvík 16. í Fraklandi.
- 1775 - Kringsetingin av Boston byrjar og hervið Amerikanska Frælsiskríggið.
- 1865 - Abraham Lincoln fer til gravar.
- 1971 - Sierra Leone verður sjálvstøðugt.
- 1995 - Bumbuálop verður framt á ein stjórnarbygning í Oklahoma City í Oklahoma. 168 fólk doyggja, harav 19 smábørn. Fleiri hundrað verða særd.
- 2005 - Joseph Ratzinger verður valdur pávi við nýggja navninum Benadikt XVI.
Leiðbeining
[rætta wikitekst]Á hesi síðu skulu helst bert vera tríggjar hendingar, ið verða skrivaðar stutt og í punktformi, danska Wikipedia hevur bert 3 hendingar fyri hvønn dagin, ið sæst á forsíðuni, tann enska hevur fimm hendingar og tann norska hevur uppaftur fleiri hendingar. Tað má bara vera upp til tann ið skrivar her at meta um, hvat ið passar best, men ikki ov nógvar hendingar. Hendingarnar skulu eisini kunna finnast aftur í greinini fyri dagin, og tað eigur at vera talan um týðandi hendingar fyri dagin.
Harumframt kunnu merkisdagar skrivast ovast (t.d. ólavsøka fyri 29. juli). Ein viðkomandi mynd skal eisini vera við her fyri at ímynda eina av hendingunum, hon skal bert vera 80 pixel (px) til støddar.