Wikipedia:Hendingar
Jump to navigation
Jump to search
Hendingar er tann boksin við 3 hendingum, ið hendu tann dagin ið talan er um.
Í dag[rætta wikitekst]
Hin 2. mars:
- 1855 - Alexander 2. (myndin) gerst zarur av Russlandi eftir deyða Nikolaj 1. av Russlandi.
- 1970 - Rhodesia lýsir seg sum sjálvstøðug tjóð og kvettir harvið seinasta sambandið við bretsku trúnuna.
- 2014 - Marnar Djurhuus vann gull í DM fyri ung á 1500 metra teininum í bólkinum dreingir 18-19 ár við tíðini 4.05.85, sum var nýtt føroyskt innandura met.
Treytirnar fyri at seta hendingar á síðurnar[rætta wikitekst]
Treytirnar fyri at seta eina hending á síðurnar er í veruleikanum subjektivt, eftirsum teir flestu dagarnir hava eina rúgvu av hendingum, ið kundu komi við her. So góðskan av greinum saman við einari blanding av evnum, ið longu eru á listanum, eru ofta viðkomandi faktorar. Krøv fyri inkludering:
- Í mesta lagi 3 hendingar (altíð í nútíð og í mesta lagi 3 halgidagar/tjóðardagar á datolinkjuni); føðingar og andlát skulu/mugu bert takast við, tá ið talan er um eitt runt ár, t.d. 5, 10, 25, 50, 100 ár osfr.
- Hendingin skal hava ein ávísan søguligan áhuga (relativt í mun til aðrar hendingar henda ávísa dagin).
- Hendingin og tann framhevjaða greinin 8 (feitur tekstur) skal eisini verða at finna á síðuni fyri tann ávísa dagin undir "hendingar".
- Leinkjur í hendingunum eiga altíð at vísa til verandi greinar (ongar reyðar leinkjur).
- Um haldgidagurin/tjóðardagurin fer fram á sama degi hvørt ár, so skal hann setast á datolinjuna. (T.d. tjóðardagar og fastir halgidagar)
Royn so vítt gjørligt at halda teg til ein einkultan setning fyri hvørja hending.