Marie Antoinette
Appearance
Marie Antoinette, doypt Maria Antonia Josepha Johanna (f. 2. november 1755 – 16. oktober 1793), var av eysturríkskari aðalsætt. Í 1770 giftist hon franska trúnarvinginum, Louis-Auguste, sum í 1774 gjørdist franskur kongur undir navninum Ludvík 16.
Marie Antoinette var drotning í Fraklandi frá 1774 til 1792, tá ið Ludvík 16. varð koyrdur frá undir fronsku kollveltingini. Hon varð avrættað við falløks í 1793.
Marie Antoinette, var ung, vøkur og sjarmerandi, og tí var hon eisini væl dámd, tá ið hon kom til Fraklands, men tað broyttist skjótt. Hon gjørdist illa dámd og var millum annað skýrd at hava mong tilvildarlig kynslig sambond.
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]-
Maria Antonia, erkihertuginna, um 1762.
-
Maria Antonia, erkihertuginna, í 1769.
-
Maria Antonietta, fransk drotning, í 1783.
-
Maria Antonietta í 1787.