Varðin Pelagic
Varðin Pelagic er eitt føroyskt, pelagiskt uppisjóvarvirki á Tvøroyri.
Varðin Pelagic framleiðir fýra sløg av fiski, makrel, sild, svartkjaft og lodnu. Veiðitíðin fyri hesi fiskasløgini er vanliga frá august til februar, og tá er sera nógv at gera. Restina av árinum er lítið virksemi á virkinum. Flestu árini hevur makrelur verið umleið helvtin av rávøruni, tínæst sild, svartkjaftur og lodna.
Varðin Pelagic keypir mest inn frá sínum egnu skipum. Tað meta teir vera eitt gott samstarv, ið eisini tryggjar góðskuna. Skipini hava fingið MSC-góðkenning, og hetta hevur nógv at týða í veiðu-, framleiðslu- og søluliðnum. Fiskurin er feskur, í mesta lagi tveir dagar gamal, tá ið hann verður framleiddur. Fiskurin verður beinanvegin køldur niður, og er hitin alla tíðina -1,5 °C. Hetta er fyri at tryggja góðskuna.
Framleiðslan á virkinum gongur soleiðis fyri seg, at fiskurin verður pumpaður inn úr tangunum á skipunum í eitt móttøkukar. Har verður fiskurin vigaður og síðani flokkaður í støddir. Fiskurin verður skorin til flak/avhøvdaður ella heilfrystur. Fiskurin verður síðani pakkaður í portiónir, sum í flestu førum eru 12,5 kg. Tað verður síðani fryst, pakkað, sett á plattar og koyrt í goymsluna.
Virkið sigur seg klára at framleiða 1.000 tons um samdøgrið. Tá ið sesongin er, eru umleið 120 fólk knýtt at virkinum.[1]
Søgan
[rætta | rætta wikitekst]Uppisjóvarvirkið á Tvøroyri, Varðin Pelagic, varð stovnað í januar 2012. Bygningurin, ið húsast var í, var fyrrverandi Tvøroyrar flakavirki, ið Delta Seafood hevði keypt, eftir at Faroe Seafood var farið á tvingsilssølu. Delta Seafood fór í samstarv við Varðan í Gøtu um at byggja eitt uppisjóvarvirki. Varðin Pelagic læt upp í juli í 2012.[2]
Við tíðini eru fleiri útbyggingar gjørdar:[2]
- 2014 - Stór frystigoymsla bygd, sum hevði við sær at goymslan vaks úr 6.000 tonsum til 15.000 tons. Innfrystingarorkan varð eisini økt við 30 prosentum.
- 2016 - Skrivstovubygningur bygdur, sum savnaði alla umsitingina hjá Varðanum Pelagic.
- 2017 - Surimivirkið stendur liðugt og klárt at byrja framleiðslu.
Vitjanir og virðislønir
[rætta | rætta wikitekst]Tann 28. september 2012 vann Varðin Pelagic Ársins Átak 2012 frá Vinnuhúsinum á Vinnudegnum, ið var hildin í Norðurlandahúsinum.[3]
13. juni 2016 vitjaði Drotning Margretha virkið.[4][5]
12. juni 2018 vijaði Ríkisfundurin, Føroya løgmaður, danski forsætisráðharrin og grønlenski landsstýrisformaðurin, virkið.[6]
10. september 2018 vitjaði Føroyanevndin hjá Fólkatinginum virkið.[7]
25. august 2018 vitjaði Poul Michaelsen, landstýrismaður saman við Tatianu Valovaya, nevndarlimi í EABS virkið.[8]
Surimiverksmiðjan
[rætta | rætta wikitekst]Í desember 2015 boðaði stjórin í Varðanum Pelagic, Bogi Jacobsen frá at felagið hevði ætlanir um at byggja eitt surimivirki fyri um 70 milliónir. Hetta skuldi økja virksemið og skapa 70 nýggj arbeiðspláss.[9]
Surimiverksmiðjan stóð klár á sumri 2017, og var klárt at fara í gongd tá uppsjávarvirkið brendi. Tá virkið opnaði aftur í 2018, søkti Varðin Pelagic um meningarkvotu uppa svartkjaft frá landsstýrinum, til royndarframleiðslu á surimi. Hetta varð ikki játtað,[10][11][12] og var surimivirkið tí sett í bíðistøðu. Virkið kærdi avgerðina.[13] Bogi Jacobsen, stjóri, segði við Dimmalætting í juni 2018, at virkið hevði ikki heilt sleppt ætlanum um framleiðslu enn[14]
Arbeiðsvanlukkur
[rætta | rætta wikitekst]Tann 2. september 2013 fekk ein maður skaða í ryggin, tá hann varð raktur ev einum trossa. Hetta hendi, tá skipið Green Karmoy royndi at leggja at. Í fyrru royndini tók ein hvirla í skipið, so tað bar við frystigoymsluna. Í aðru roynd varð so maðurin raktur av trossanum og slongdur einar 20 metrar eftir bryggjuni. Hann varð sendur á Suðuroyar sjúkrahús við heilaskjálvta.[15][16]
Tann 28. september 2016 varð ein 30 ára gamal, russiskur maður árendur av einum trukki. Maðurin arbeiddi á havnarlagnum í sambandi við avskiping, har stóð og taldi vøruplattar, ið komu úr skipinum. Maðurin varð fluttur við tyrlu á landssjúkrahúsið og lagdur í koma.[17][18]
Tann 29. mai 2018 fekk ein maður ein betongklassa omanyvir seg Mett var at fyrisitingin og stýringin av arbeiðinum hevði ikki verið nøktandi, og var hetta orsøk til vanlukkuna. Niðurstøðan hjá arbeiðseftirlitinum var hendan: "Arbeiðs - og Brunaeftirlitið metir, at arbeiðið var ikki nóg væl lagt til rættis og at tað var hugsað ov lítið um, hvussu tungur betongklossin var. Klossin átti at verið tikin niður í fleiri smærri pettum, serliga við atliti til, at eingin lyftiútgerð varð nýtt til uppgávuna". Suðuroyar Betongsaging fekk eitt sektaruppskot upp á 10.000 krónur.[19]
Tann 21. juni 2018 varð ein maður árendur av eini lyft. Maðurin læt lív av løstunum.[20] Arbeiðsgevari var MTV byggivirki.[19] Maðurin var seinni kunngjørdur at vera countrysangarin Alex Bærendsen.[21][22]
Eldsbrunin 2017
[rætta | rætta wikitekst]9. juni 2017 kyknaði stórur eldur í uppsjóvarvirkinum.[23][24] Eldurin kyknaði fyrrapart og innan stutta tíð varð skúlin á Tvøroyri evakueraður, eins og fólk vórðu biðin um at fara frá staðnum. Eldurin vaks í vavið og út á seinnapartin bleiv alt innan 1 kilometur frá virkinum sperrað, meðan sløkkisliðsfólk bardust við at basa eldinum.[25] Eldsbrunin var so umfatandi at drekkivatnið var ikki drekkandi í stórum parti av Suðuroy, vegna grun um amonniakkleka, og at roykur spreiddi seg til Fámjins.[26][27]
Verjuskipini Tjaldrið og Brimil spulaðu við fullari orku á virkið í meira enn eitt døgn, meðan sløkkiliðsbilar vórðu boðsendir úr Tórshavn fyri at fara til Suðuroyar at hjálpa til. Fólk, ið búðu tættast við Varðan Pelagic, sluppu ikki til hús fyrr enn dagin eftir eldsbrunan.[28][29][30][31] Fleiri av fólkunum, ið vóru evakueraði, vóru flutt til Miðnámsskúlan, ið liggur sunnanfyri Hovstunnilin.[32] Skúlabørnini í Tvøroyrar skúla vóru flutt við bussum til Hvalba.[33][34] Dagin eftir gingu enn vaktir um økið at tryggja at ongin óviðkomandi fór inn á økið, tí bygningarnir stóðu til at rapa.[35]
600 tons av virkaðum fiski var í frystigoymsluni, ið ikki tók skaða av brunanum. Hetta var flutt umborð á frystiskip. Meginparturin av fiskinum var longu seldur til Russlands og Danmarkar.[36]
Kanningararbeiði fór í gongd beinaveg at nágreina hví eldurin uppstóð.[37] Løgreglan kom fram ti tí niðurstøðu at ikki var møguligt at nágreina hvør orsøkin var. Staðfest var at eldurin uppstóð í økinum, ið var brúkt til pakking. Sveisiarbeiði við CO2 hevði verið á staðnum, men mett var at arbeiðið var farið rætt fram og eftir galdandi forskriftum. Elektriska skipanin var so mikið illa farin, at ikki var møguligt at staðfesta nøkur brek.[38][39][40] Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum Pelagic, ásannaði, at ongin ávaringar- og sprinkliskipan var í framleiðsluhøllini, og tí tók tað stutta tíð til virkið stóð í ljósum loga.[41]
Avleiðingar
[rætta | rætta wikitekst]Í september 2018 varð fundur settur um eina rokning frá MEST. MEST læt bátin Samson hjálpa til at basa eldinum árið fyri. MEST hevði upprunaliga sent Tvøroyrar Kommunu rokningina aljóðandi 205.000 krónur. Kommunan metti, at eldurin hevði verið so stórur, at landið skuldi traðka til, men hetta var landið ósamt í. Fiskimálaráðið vildi eiheldur gjalda rokningina.[42][43][44][45] Somuleiðis var eisini ósemja um yvirtíð hjá starvsfólkunum umborð á Tjaldrinum, ið bert fingu ein part av síni løn útgoldna sum yvirtíð, tá skipið starvaðist við at basa eldinum.[46]
Varðin Pelagic var tryggjað av Betri Trygging, og kundi tað síggjast á úrslitinum fyri fyrru helvt av 2017.[47] Tvøroyrar kommuna varð eisini sterkt ávirkað, og misti umleið 1 milión krónur í skatta- og havnargjøldum.[48]
Eldsbrunin hevði stóra ávirkan á arbeiðsloysið í Suðuroy, ið vaks til 6.5 % í juli 2017.[49][50]
Eldsbrunin mundi eisini ávirkað jóansøkuróðurin, ið skuldi haldast á Tvøroyri. Hetta var tí at vandi var fyri at bygningurin stóð til at rapa. Hetta hendi tó ikki, og róðurin var róður, sum ætlað á jóansøku á Tvøroyri tann 24. juni 2017.[51][52]
Onki regluligt brunaeftirlit hevði verið í Føroyum í nógv ár. Eftir brunan í Varðanum Pelagic var avgjørt at leggja Bruna- og Arbeiðseftirlitið saman í ein stovn.[53]
Endurbygging
[rætta | rætta wikitekst]Beinaveg var farið undir ætlanir um endurbygging av virkinum. 3. august 2017 gav Tvøroyrar kommuna Varðanum loyvi at byggja uppaftur á sama stað á einum eykabýráðsfundi.[54][55] Nýggja virkið skuldi gerast vakrari, og vera prýði fyri Tvøroyri.[56] Sp/f MTV-byggivirki í Froðba, fekk uppgávuna at byggja virkið uppaftur, og var ætlanin at byrja virksemi aftur um ársskiftið 2017/2018.[57]
14. desember 2017 var reisigildi hildið á Seglloftinum á Tvøroyri fyri nýggja virkinum.[58]
Nýggja virkið var royndarkoyrt tann 29. september 2018, tá Tróndur í Gøtu kom inn við 350 tonsum av makreli. Nýggja virkið sum nú er umleið 150 metrar langt og 50 metrar breitt. Gólvvíddin er tilsamans 7.500 fermetrar. Virkið hevur somuleiðis fingið fleiri nýggjar heintleikar.[59]
Stuðlar
[rætta | rætta wikitekst]- Frá 2014 - 2016 var Varðin Pelagic stuðul hjá Pál Joensen svimjara.[60]
- Í 2018 gjørdist Varðin Pelagic høvuðsstuðul hjá Tvøroyrar Bóltfelag fyri kappingarárið 2018.[61][62]
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Filmsbrot av nýggja virkinum 2018
- Starvsfólk greiðir frá eldsbrunanum 9. juni 2017
- Myndir frá eldsbrunanum 9. juni 2017
- Upptøkur frá eldsbrunanum 9. juni 2017
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ http://vardin.fo/vardin-pelagic/virksemi/uppisjovarvirkid/
- ↑ 2.0 2.1 http://vardin.fo/vardin-pelagic/um-okkum/soegan-um-felagid-2/
- ↑ https://www.industry.fo/Default.aspx?ID=11934&Action=1&NewsId=782¤tPage=8&PID=11933[deyð leinkja]
- ↑ http://kongehuset.dk/kalender/hm-dronningen-aflaegger-besoeg-ved-fiskefabrikken-vardin-pelagic
- ↑ http://kvf.fo/greinar/2016/06/13/her-er-skrain-fyri-drotninginavitjanina-i-suduroy
- ↑ http://kvf.fo/greinar/2018/06/11/rikisfundurin-byrjar-i-dag
- ↑ http://kvf.fo/greinar/2018/08/14/foroyanevndin-vitjar-i-september
- ↑ http://kvf.fo/greinar/2018/08/23/samhandilsavtala-undirskrivast-friggjadagin
- ↑ portal.fo/vardin+pelagic+byggir+surimivirki+a+tvoroyri+fyri+70+millionir.html
- ↑ http://www.vp.fo/news-detail/news/news/detail/tad-undrar-meg-at-vardin-pelagic-ikki-fekk-menningarkvotu/
- ↑ http://kvf.fo/netvarp/uv/2018/08/15/dalet-export-1230773
- ↑ http://kvf.fo/netvarp/uv/2018/08/15/dalet-export-1230760
- ↑ http://kvf.fo/greinar/2018/09/06/menningarkvotur-i-drag
- ↑ https://dimma.fo/vardin-pelagic-setir-surimiframleidslu-i-bidistodu
- ↑ http://portal.fo/tvoroyri+arbeidsohapp+spaeldi+vael+av.html
- ↑ http://portal.fo/green+karmoy+rak+a+vardin+pelagic.html
- ↑ http://kvf.fo/greinar/2016/09/29/flogin-sjukrahus-eftir-ohapp
- ↑ http://kvf.fo/greinar/2016/09/29/kanna-nu-arbeidsohapp
- ↑ 19.0 19.1 http://kvf.fo/greinar/2018/11/15/arbeidid-var-ikki-ikki-nog-vael-skipad
- ↑ http://kvf.fo/greinar/2018/06/22/arbeisvanlukka-kravt-eitt-mannaliv
- ↑ http://www.in.fo/news-detail/alex-baerendsen-deydur-av-vanlukku/
- ↑ http://portal.fo/dagur-5239/alex-barendsen-doydi-i-syrgiligari-arbeidsvanlukku.grein
- ↑ http://kvf.fo/netvarp/sv/2018/06/08/20180608eittarsidanieldinatvoroyri
- ↑ http://kvf.fo/netvarp/sv/2018/01/02/vardinhd
- ↑ http://kvf.fo/netvarp/sv/2017/06/09/20170609stodanvarhattislig
- ↑ http://kvf.fo/greinar/2017/06/09/drekkid-ikki-vatnid-tvoroyri
- ↑ http://kvf.fo/netvarp/uv/2017/06/09/eisini-ngvur-roykur-fmjin
- ↑ http://www.in.fo/news-detail/eitt-ar-sidani-vardin-pelagic-brendi/[deyð leinkja]
- ↑ http://nyheder.tv2.dk/udland/2017-06-09-faeroeske-bygder-evakueret-efter-storbrand
- ↑ "Archive copy". https://www.vaga.fo/kommuna/tidindi/vardin-pelagic/. Heintað 2018-11-21.
- ↑ http://kvf.fo/greinar/2017/06/10/trygt-fara-heimaftur
- ↑ http://kvf.fo/netvarp/sv/2017/06/09/20170609savnadustruntoynna
- ↑ http://kvf.fo/greinar/2017/06/09/drekkid-ikki-vatnid-tvoroyri
- ↑ http://portal.fo/tilbugvingaraetlanin+hja+skulanum+riggadi+i+storan+mun.html
- ↑ http://kvf.fo/netvarp/uv/2017/06/11/dalet-export-1141757
- ↑ http://kvf.fo/greinar/2017/06/11/frystigoymslan-ongan-skada
- ↑ http://kvf.fo/greinar/2017/06/10/kanningarnar-byrjadar
- ↑ http://www.oyggjatidindi.com/tidindaskriv+vardin+pelagic+tvoroyri.html
- ↑ "Archive copy". http://www.mynewsdesk.com/fo/faeroeernes-politi/pressreleases/tidindaskriv-vardin-pelagic-tvoeroyri-2025501. Heintað 2018-11-21.
- ↑ http://kvf.fo/greinar/2017/07/02/ikki-greitt-hvi-eldur-kom-i-vardan-pelagic
- ↑ http://kvf.fo/netvarp/sv/2017/06/13/20170613kanningskalstadfestatrygging
- ↑ http://kvf.fo/greinar/2018/09/17/nu-verdur-fundur-um-rokningina
- ↑ http://kvf.fo/greinar/2018/08/24/rokningin-ikki-goldin-enn
- ↑ http://kvf.fo/greinar/2018/07/17/kommunan-vil-framvegis-ikki-gjalda
- ↑ http://kvf.fo/greinar/2018/06/18/hevur-ongar-pengar-fingid-fyri-slokkja
- ↑ http://kvf.fo/greinar/2018/07/19/mal-um-yvirtid-i-fasta-gerdarraettin
- ↑ http://kvf.fo/greinar/2017/09/14/betri-letur-vael-urslitinum-i-fyrru-helvt
- ↑ http://kvf.fo/greinar/2017/07/24/kommunan-missir-eina-million-av-eldinum
- ↑ http://kvf.fo/greinar/2017/08/24/faegst-nordoyingar-arbeidsleysir
- ↑ http://kvf.fo/greinar/2017/08/08/eldsbrunan-saest-aftur-i-arbeidsloysistolum
- ↑ http://kvf.fo/greinar/2017/06/13/kapprodurin-ma-kanska-flytast
- ↑ http://portal.fo/70+batar+til+kapprodur+a+joansoku.html
- ↑ http://kvf.fo/netvarp/sv/2017/06/12/20170612einkiregluligtbrunaeftirlit
- ↑ http://kvf.fo/netvarp/uv/2017/08/03/fegnast-um-sleppa-afur-til-arbeiis
- ↑ http://kvf.fo/netvarp/uv/2017/08/03/kunnu-byrja-byggja-um-ein-mna
- ↑ http://kvf.fo/netvarp/sv/2017/09/22/20170922nybygningurskalprydatvoroyri
- ↑ Sp/f MTV-byggivirki í Froðba, skal byggja Varðan Pelagic uppaftur.
- ↑ http://kvf.fo/netvarp/sv/2017/12/14/20171214vardinpelagic
- ↑ http://kvf.fo/netvarp/uv/2018/08/28/dalet-export-1233989
- ↑ http://portal.fo/vardin+pelagic+studlar+pal+joensen.html
- ↑ http://vardin.fo/vardin-pelagic-studlar-fotboltinum/
- ↑ http://sudurras.fo/?p=2782