Tintin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Tintin
Skapað av Hergé
Kunning um útgávuna
Forlag
Format Original material for the series has been published as a strip in the comics anthology(s)  and a set of graphic novels.
Upprunamál Franskt
Slag
Útgávudagur/ár 1929 – 1976
Main character(s)
Creative team
Rithøvundur(ar) Hergé
Listafólk
Colourist(s) (all uncredited)
Skapari(ar) Hergé

Tintin er teknirøð, sum eisini er gjørd til teknifilm og leikfilm. Belgiski listamaðurin Georges Remi, sum brúkti dulnevnið Hergé, hevur skrivað og teknað teknirøðina um Tintin.

Høvuðspersónurin í teknirøðini er ungi tíðindamaðurin Tintin. Hann og hundurin Terri eru teir einastu, sum eru við í øllum søgunum. Á ferðum sínum runt heimin fær Tintin hjálp frá ymsum vinum sínum sum eru afturvendandi í bókunum. Har ímillum eru Haddock kapteynur, løgreglumenninir Dupond og Dupont og Tournesol professari, sum er eitt sindur av einum ørvitisknokki.

Upplivingar Tintins[rætta | rætta wikitekst]

Bara tvær av søgunum eru givnar út á føroyskum:

  1. Hin gátuføra stjørnan (10)
  2. Tignarstavur Ottokars (8)

Tintin í Norðurlondum[rætta | rætta wikitekst]

Danmark[rætta | rætta wikitekst]

Á donskum hava søgurnar verið í bløðunum Kong Kylie, Politiken, Fart og tempo, Se og Hør og Billed Bladet umframt at verða givnar út í bókum í fleiri umførum í tveimum umsetingum.

Fyrra umsetingin er eftir Jørgen Sonnergaard og varð upprunaliga givin út millum 1960 og 1989. Søgurnar eru givnar út í tilvildarligari raðfylgju, og í talvuni er nummarið sett í klombrum eftir heitið á søguni. Flestu skreytheftini í hesi røðini eru uppafturprentað fleiri ferðir, tey elstu umleið 18 ferðir.

Seinna umsetingin er eftir Niels Søndergaard og varð upprunaliga givin út millum 2005 og 2007 í innbundnum bókum uttan nummar á. Síðani er øll røðin eisini givin út í minni innbundnum bókum nevnd minicomics; henda røðin hevur rætta nummarið á rygginum. Frá 2011 og fram til umleið 2016 verður nýggja umsetingin eisini givin út í teimum vanligu skreytheftunum, men uttan nummar á rygginum.

Noreg[rætta | rætta wikitekst]

Á norskum (bokmål) eru søgurnar eisini givnar út í fleiri umførum. Fyrstu ferð, í 1972, vórðu bara 4 søgur givnar út. Aðru ferð, 1978-1980, vórðu 11 søgur givnar út. Triðju ferð, 1984-1990, vórðu allar givnar út, bæði sum skreythefti og innbundnar. Í øllum trimum førum var raðfylgjan tilvildarlig, og nummarið er við í talvuni - fyrsta raðfylgjan í {tuborgklombrum}, onnur raðfylgja í [kantutum klombrum], og triðja raðfylgjan í 〈spískum klombrum〉.

Fjórðu ferð vórðu tær 23 fyrstu søgurnar givnar út í rættari raðfylgju í 8 bókum, sum bert kundu keypast saman í eini eskju. Hendan útgávan var nakað minni enn hinar útgávurnar.

Fimtu ferð, 2010-2012, vórðu allar 24 søgurnar givnar út í 12 bókum við tveimum søgum í hvørjari. Tíverri ikki í kronologiskari raðfylgju. Hendan útgávan er talmerkt (1a), (1b) o.s.fr. í vanligum (avrundaðum) klombrum.

Svøríki[rætta | rætta wikitekst]

Á svenskum komu 4 bøkur 1960-1962, sum Per Kellberg umsetti. Øll røðin kom út frá 1968 til 1977, hesu ferð vóru tað Karin og Allan B. Janzon, sum umsettu. Nýggjasta umsetingin er frá 2004-2005, og henni hevur Björn Wahlberg staðið fyri.

Ísland[rætta | rætta wikitekst]

Forlagið Fjölvi útgav flestu søgurnar á íslenskum frá 1971 til 1978 í tilvildarligari raðfylgju. Í talvuni er árstal sett eftir heitið á søguni. Flestu søgurnar hevur Loftur Guðmundsson týtt, nakrar hevur Þorsteinn Thorarensen týtt; tær eru endurprentaðar eina til fýra ferðir.

Tinni í Sovétríkjunum varð ikki útgivin fyrr enn í 2007 vegna politiska innihaldið, ið tóktist vera sera eymt evni í 1970- og 1980-árunum. Søguna hevur Björn Thorarensen týtt.

Í 2010 fór forlagið Iðunn at endurútgeva bøkurnar í minni stødd, umleið 16,5 x 22,5 cm.

Yvirlit yvir Tintin-bøkur og heiti teirra á norðurlandamálum[rætta | rætta wikitekst]

Ár Nr. Franskt upprunaheiti
Les aventures de Tintin
Danskt heiti
Tintins oplevelser
Norskt heiti
Tintins opplevelser
Svenskt heiti
Tintins äventyr
Íslendskt heiti
Ævintýri Tinna
1930   1 Tintin au pays des Soviets Tintin i Sovjet (0)
Tintin i Sovjetunionen
Tintin i Sovjet (12a) Tintin i Sovjet Tinni í Sovétríkjunum (2007)
1931   2 Tintin au Congo Tintin i Congo (22) Tintin i Kongo 〈22〉 (11a) Tintin i Kongo Tinni í Kongó ('76)
1932   3 Tintin en Amérique Tintin i Amerika (19) Tintin i Amerika [6] 〈20〉 (11b) Tintin i Amerika Tinni í Ameríku ('76)
1934   4 Les cigares du pharaon Faraos cigarer (5) Faraos sigarer [1] 〈7〉 (5a) Faraos cigarrer Vindlar Faraós ('72)
1936   5 Le lotus bleu Den blå lotus (21) Den blå lotus 〈8〉 (3a) Blå lotus Blái lótusinn ('77)
1937   6 L'oreille cassée Det knuste øre (18) Det knuste øret 〈3〉 (9a) Det sönderslagna örat Skurðgoðið með skarð í eyra ('75)
1938   7 L'île noire Den sorte ø (15) Den sorte øya [3] 〈15〉 (7a) Den svarta ön Svaðilför í Surtsey ('71)
1939   8 Le sceptre d'Ottokar Kong Ottokars scepter (2)
Ottokars scepter
Kong Ottokars septer [7] 〈16〉 (6a) Kung Ottokars spira Veldissproti Ottókars konungs ('74)
1941   9 Le crabe aux pinces d'or Krabben med de gyldne kløer (17)
Krabben med de gyldne klosakse
Krabben med de gyldne klør {1} 〈9〉 (8a) Krabban med guldklorna Krabbinn með gylltu klærnar ('73)
1942 10 L'étoile mysterieuse Den mystiske stjerne (1) Den mystiske stjerne {2} 〈10〉 (9b) Den mystiska stjärnan Dularfulla stjarnan ('71)
1943 11 Le secret de la licorne Enhjørningens hemmelighed (11) Enhjørningens hemmelighet {3} [11] 〈11〉 (2a) Enhörningens hemlighet Leyndardómur Einhyrningsins ('76)
1944 12 Le trésor de Rackham le Rouge Rackham den Rødes skat (12) Rackham den Rødes skatt {4} 〈12〉 (2b) Rackham den Rödes skatt Fjársjóður Rögnvalds rauða ('77)
1948 13 Les 7 boules de cristal De syv krystalkugler (3)
De 7 krystalkugler
De syv krystallkulene 〈5〉
De syv krystallkuler (1a)
De sju kristallkulorna Sjö kraftmiklar kristallskúlur ('74)
1949 14 Le temple du soleil Soltemplet (4) Soltemplet [4] 〈6〉 (1b) Solens tempel Fangarnir í sólhofinu ('74)
1950 15 Tintin au pays de l'or noir Det sorte guld (6)
Landet med det sorte guld
Det sorte gull [5] 〈17〉 (7b) Det svarta guldet Svarta gullið ('75)
1953 16 Objectif lune Månen tur-retur, 1. del (7)
Mission til Månen
Månen tur-retur, del 1 [9] 〈13〉 (4a) Månen tur och retur (del 1) Eldflaugastöðin ('72)
1954 17 On a marché sur la lune Månen tur-retur, 2. del (8)
De første skridt på Månen
Månen tur-retur, del 2 [10] 〈14〉 (4b) Månen tur och retur (del 2) Í myrkum mánafjöllum ('73)
1956 18 L'affaire Tournesol Det hemmelige våben (10)
Tournesol-mysteriet
Det hemmelige våpenet [8] 〈18〉 (10a) Det hemliga vapnet Leynivopnið ('75)
1958 19 Coke en stock Koks i lasten (13) Koks i lasten 〈1〉 (8b) Koks i lasten Kolafarmurinn ('75)
1960 20 Tintin au Tibet Tintin i Tibet (9) Tintin i Tibet 〈2〉 (3b) Tintin i Tibet Tinni í Tíbet ('74)
1963 21 Les bijoux de la Castafiore Det gådefulde juveltyveri (14)
Castafiores juveler
Castafiores juveler 〈21〉 (6b) Castafiores juveler Vandræði Vaílu Veinólínó ('77)
1968 22 Vol 714 pour Sydney Flight no. 714 til Sydney (16)
Rute 714 til Sydney
Flight 714 til Sydney [2] 〈19〉 (5b) Plan 714 till Sydney Flugrás 714 til Sydney ('76)
1976 23 Tintin et les picaros Tintin og picaroerne (23) Tintin og picaroene 〈4〉 (10b) Tintin hos gerillan Tinni og pikkarónarnir ('77)
1983 24 Tintin et l'alph-art Tintin og alfabet-kunsten (24)
Tintin og alfa-kunsten
Tintin og alfabet-kunsten (12b) Tintin och alfabetskonsten
Tintin och alfakonsten
(Ikki týdd til íslenskt)
Filmsbøkur
1965 Tintin et le oranges bleues (Ikki týdd til danskt) (Ikki týdd til norskt) (Ikki týdd til svenskt) Tinni og bláu appilsínurnar ('78)
1973 Tintin et le lac aux requins Tintin og haj-søen
Hajsøen
Tintin og haisjøen Tintin och hajsjön Tinni og Hákarlavatnið ('78)
2012 Les aventures de Tintin cinéalbum Tintin filmalbum (Ikki týdd til norskt) (Ikki týdd til svenskt) (Ikki týdd til íslenskt)

Filmsbøkurnar eru gjørdar eftir filmar, og Hergé hevur ikki verið við til at skriva ella tekna nakra av teimum. Greg skrivaði og Bob de Moor teknaði Tintin et le lac aux requins.
Einasta norðurlendska málið, sum Tintin et le oranges bleues er útgivin á, er íslendskt.

Tintin-filmar[rætta | rætta wikitekst]

Ísland[rætta | rætta wikitekst]

21 av teimum 24 bókunum vórðu útgivnar sum teknifilmar, og vórðu allir hesir filmar útgivinir, yvir 3 seriur, við íslenskari talu. Í vanligari talu verða teir kallaðir ""Tinnamyndirnar" (á føroyskum "Tintin filmarnir". Í fyrsta umfari, tá filmarin vórðu útgivnir í 1980-árunum var tað bert ein persónur, sjónleikarin Eggert Þorleifsson, sum tosaði fyri allar persónarnar í filmunum. Men mitt í 2000-árunum vórðu filmarnir endurútgivnir við fleiri røddum. Nakað sum var nógv umtalað, tí ættarliðið sum vaks upp við filmunum í 1980 og 1990-árunum, vildu meina at tað tók sjarmuna frá hesum klassisku teknifilmum, og at tað var óneyðugt at broyta nakað sum ikki var í ólagi.

Í 2011 kom biograffilmurin The Adventures of Tintin: The Secret of the Unicorn, Steven Spielberg leikstýrdi. Áskoðarar kundu velja um tey sóu filmin í biografunum á íslenskum ella enskum.

Ávísing úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið