Seriewikin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Seriewikin er ein svensk wiki um teknirøðir eftir sama leisti sum Wikipedia, men avmarkað til alt, sum hevur við teknirøðir at gera.

Greinarnar á Seriewikin kunnu snúgva seg um almenn evni innan teknirøðir sum t.d. Dunnaldur Dunna, Asterix, Lucky Luke, Tintin, Blueberry, evni sum eisini eru at finna á nógvum wikipedium; men eisini um meira avmarkað evni, sum vanliga ikki rúm er fyri á almennum wikipedium, sum t.d. Disneys Jag-böcker, Piraterna (Asterix), Lucky Luke – Den kompletta samlingen, Kapten Haddock, Blueberry (bokserie).

ComicWiki er ein tilsvarandi donsk wiki um teknirøðir. Skandinaviskar teknirøðir verða skrásettar í databasuni Minetegneserier.

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]