Dunnaldur Dunna

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Dunnaldur Dunna (enskt Donald Fauntleroy Duck) er høvuðspersónur (ella høvuðsdunna) í tí víðagitnu teknifilmsrøðini og teknirøðini við sama heiti. Millumnavnið hjá Dunnaldi Dunnu er Fountleroy. Tað er tó ikki umsett til føroyskt.

Tað var Walt Disney, sum uppfann høvuðspersónin og átti rættindini til hann. Men tað vóru m.a. Carl Barks, Alfred Taliaferro og Jack Hannah, sum gjørdu hann kendan í ávikavist teknirøðheftum, dagblaðsteknirøðum og teknifilmum.

Nakrar av søgunum hjá Alfred Taliaferro hava verið at sæð í Barnablaðnum, meðan einar 90 søgur hjá Carl Barks eru at lesa í 18 skreytheftum við felagsheitinum Carl Barks savnið.

Ávísing úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið