Minetegneserier

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Minetegneserier er ein umfatandi databasa, har endamálið er at skráseta allar teknirøðir, sum eru útgivnar í Skandinavia, við forsíðumynd, innihalddsyvirliti, ISBN, upplýsingum um útgávur og uppløg, upplýsingum um upphavsfólk o.s.fr. Í fyrstuni kundu bert norskar teknirøðir skrásetast, men várið 2014 varð databasan víðkað til eisini at umfata danskar og svenskar teknirøðir.

Í januar 2017 vóru umleið 56 000 norskar, 25 000 danskar og 35 000 svenskar teknirøðir skrásettar á Minetegneserier.

Í Danmark og Svøríki eru eisini wikiir um teknirøðir, ávikavist ComicWiki og Seriewikin.

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]