Munurin millum rættingarnar hjá "Nólsoy"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
YurikBot (kjak | íkøst)
s robot Adding: he
YurikBot (kjak | íkøst)
s robot Adding: fr:Nólsoy
Linja 33: Linja 33:
[[es:Nólsoy]]
[[es:Nólsoy]]
[[fi:Nólsoy]]
[[fi:Nólsoy]]
[[fr:Nólsoy]]
[[he:נולסוי]]
[[he:נולסוי]]
[[nn:Nólsoy]]
[[nn:Nólsoy]]

Endurskoðan frá 2. aug 2006 kl. 12:51

Hon er ein av smáu oyggjunum í Føroyum, 10 km² til víddar, og liggur stutt eystan fyri høvuðsstaðin Tórshavn. Hóast Nólsoy er 371 metrar høg, so er hon tann lægsta av øllum 18 oyggjunum í Føroyum, nakað sum nólsoyingar javnan minna fólk á.

Nólsoy
Landafrøði

Vídd 10,3 km²
Vatn 0,4 %

Umsiting
Land {{{land}}}

Íbúgvalæra
Fólkatal 264 (2004)
Íbúgvatættleiki 26,1 /km²

Í sanginum hjá Hans Andreasi Djurhuus Lítið yvir Føroyaland tekur hann soleiðis til: Nólsoy ryggin úr sær spennir, stendur stinn - so long og mjá, verjir fyri Havnarvág. So einfalda og sigandi lýsing kann bert eitt skald gera. Vit fáa at vita, hvussu oyggin sær út, og hvønn týdning hon hevur fyri høvuðsstaðin Tórshavn. Um oyggin ikki var, so var Tórshavn ikki høvuðsstaður Føroya.

Um ár 1400 er navnið á oynni skrivað Nors-oy, og málfrøðingar halda navnið hava fornnorrønan uppruna í týdninginum tann smala ella mjáa oyggin. Serliga mjá og lág er hon, har bygdin liggur. Ja, tá ódnarveður er eystaneftir, hendir tað seg, at tað brýtur tvørtur um tað lægsta.

Í 1893 bygdi danska Farvandsvæsenet vita syðst á Nólsoy, og er hann tann størsti í danska kongaríkinum. Fólkatalið í oynni, tá ið tað var størst (1970), var um 350, men sum í øllum teimum smáu oyggjunum er tað minkað, og nú búgva umleið 250 fólk í Nólsoy.

Í 2004 kom Nólsoyggin uppí Tórshavnar kommunu eftir at hava verið sjálvstøðug kommuna. Tó at eingin býráðslimur er nólsoyingur er ein fólkavald staðbundin nevnd mannað við nólsoyingum, sum ráðgevur býráðnum í málum, sum viðkoma nólsoyingum og Nólsoynni.

Mynd úr Nólsoy 1989. Afturstavnurin á bátinum líkist einum hávi við opnum kjafti.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið