Miðjarðarhavslondini

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Kort.

Tey lond, sum liggja fram við Miðjarðarhavi, kalla vit Miðjarðarhavslondini. Tey eru: Portugal, Spania, Italia, Slovenia, Kroatia, Bosnia-Hersegovina, Montenegro, Albania, Grikkaland, Turkaland, Kýpros, Sýria, Libanon, Ísrael, Egyptaland, Libya, Marokko, Algeria og Tunesia.

Miðjarðarhavið hevur í mangar túsund øldir verið felags ogn hjá øllum teimum fólkum, sum búðu í Miðjarðarhavslondunum. Hesi fólk róðu út á hesum havi, tey sigldu land úr landi á havinum við farmi og til stuttleika, og tey funnu sær vinir og settu búgv hvør hjá øðrum. Tað var havið, sum knýtti tey saman. Hesi fólk hava frá fyrndartíðum havt so nógv felags áhugamál, at tey mangan hava kent seg sum eitt fólk. Og í langa tíð vóru tey eisini í einum ríki, sum hevði høvuðssæti í Róm. Ríkið var tí kalla Rómverska ríkið. Tað er tí ikki so løgið, at fólkið í hesum londum mettu síni lond at vera øll jørðin, og kallaðu havið, sum lá í miðjuni, Miðjarðarhavið.