Hattarvík
Hattarvík | |
Hattervig (danskt) | |
Bygd | |
Hattarvík
| |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Norðoyar |
Oyggj | Fugloy |
Kommuna | Fugloyar kommuna |
Íbúgvar | 14 (2015)[1] |
Postnummur | FO-767 |
Markatal | 27-00-00 mk.gl.sk. |
|
Hattarvík er ein bygd í Fugloy. Hon er tann eystasta bygdin í Føroyum. Hattarvík varð fyrstu ferð nevnd í Hundabrævinum, sum varð skrivað einaferð í tíðarskeiðnum 1350-1400. Í Fugloy eru tvær bygdir: Kirkja og Hattarvík. Strekkið ímillum Kirkju og Hattarvík er 6 km. Í sjeytiárunum varð vegur gjørdur millum bygdirnar á Fugloynni. Arbeiðið við at gera vegin byrjaði miðskeiðis í sjeyti-árunum og varð vegurin tikin í nýtslu í umleið 1990. Í dag eru nøkur akfør í oynni. Kirkja og Hattarvík eru bygdir, sum síggjast at hava verið um leið ár 1350-1400, men sum kunnu vera eldri. Íbúgvatalið vaks upp í 100 fólk beint fyri Seinna heimskríggj og tók so at minka serliga frá 1960 og úteftir. Sambært tølum frá Hagstovuni í 2014 búgva 14 fólk í Hattarvík, men um veturin eru í mesta lagi seks fólk har. Tá mest fólk búðu í bygdini – umleið 1940 – vóru tey umleið 100. Í bygdini er kirkja og skúli. Kirkjan er bygd í 1899 og skúlin er bygdur í 1926. Kirkjan hevur áður verið á Kirkju, men tá nýggj kirkja skuldi byggjast í 1830-árunum, varð avgjørt at byggja hana í Hattarvík. Á Kirkju var ongin, ið tá kundi vera kirkjuverji, av tí at flestu menn á Kirkju gingu burtur við báti í 1818. Og ongin orsøk var at flyta hana frá Hattarvík, so ístaðin bleiv nýggj kirkja bygd har í 1898-1899, tí fyrra kirkjan var illa farin.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Fugloyarbók
[rætta | rætta wikitekst]Sandoyarbók, sum Jóannes í Króki fór undir í 1821 og fullførdi 10 ár seinni, er uttan iva høvuðsavrikið hjá Jóannesi í Króki. Hetta verk var øðrum til fyrimynd, og úti í Fugloy fór Hanus Hansen (Hanus Hanusarson) (1794-1854), bóndi á Kellingargarði í Hattarvík, undir eitt sovorðið stórarbeiði. Hansara verk, Fugloyarbók, hevur 97 kvæði á 399 blaðsíðum. Hon varð givin próvstinum V. U. Hammershaimb sum gáva. Hóast Fugloyarbók má roknast at vera av minni týdningi enn Sandoyarbók, inniheldur hon nógv, ið ikki er at finna aðrastaðni.
Hattarvíkar kirkja
[rætta | rætta wikitekst]Tann 5. februar 1818 vóru teir flestu av monnunum á Kirkju - sjey í tali - á útróðri. Á heimleið drakk báturin í ósløttum sjógvi, og hann sakk. Bert tveir vórðu bjargaður, men annar teirra doyði, áðrenn teir vunnu upp hús í Svínoy. Tá oyggin, stutt eftir hetta, skuldi hava nýggja kirkju - sum higartil hevði verið á Kirkju - varð avgjørt at byggja hana í Hattarvík. Kirkjan var vígd í 1833. Í 1881 verður kirkjusýn hildið. Tá verður um kirkjuna sagt: Kirkjan í Fugloy er í ringum standi. Tornið er rotið og somuleiðis viðurin undir vindeygunum. Kirkjusýn vóru aftur í 1893 og 1896, men ikki fyrr enn í juni 1898, tá Símun Mikael Zachariassen staðfestir at kirkjan er at kalla ónýtilig, hendir nakað. 3. august hetta árið skrivar kirkjueftirlitið til Føroya Løgting við umbøn um at játta DDK 5836,70 kr. til at byggja nýggja kirkju fyri í Hattarvík, 24 x 12 alin til støddar. Tilboðið hevur Petur í Mattalág givið, og 20. september skriva hann og Christian Bærentsen, amtmaður, undir byggisáttmála. Afturat sær hevði Petur Magnus av Kamarinum, sum gjørdi timburarbeiði, og í Hattarvík vóru fleiri menn bæði til grót, træ og jarn, sum ivaleyst hjálptu til meir enn teir átta pliktarbeiðs-dagarnar, teimum vóru álagdir. 9. november 1899 sigur prósturin í skrivi amtinum frá, at Heilmann, prestur á Viðareiði, hevur vígt kirkjuna 29. oktober. Og vígsludagin hava Líggjas í Keldhúsinum og Guttormur í Geilini sýnað hana og váttað, at alt er væl úr hondum greitt. Gamla kirkjan stóð uppi í Húsi á markinum millum bø og haga. Nýggja kirkjan verða sett í býlinginum niðri í Húsi - á grundstykki, sum festið í Uttarstovu átti.
Sagnir úr Hattarvík
[rætta | rætta wikitekst]Huldumaðurin og seyðamaðurin
[rætta | rætta wikitekst]Óskepna var komin at vera í einum hagaparti. Hetta helt so við í langa tíð, at seyðurin har vildi ikki trívast, og seyðamenninir doyðu, ein fyri og annar eftir. Menninir, ið áttu hagapartin, fingu fremmant seyðaslag at sleppa upp í hin seyðin; men einki hjálpti. Í endanum kom ein nýggjur seyðamaður, sum seyðurin treivst so væl hjá og varð bæði nógvur og feitur uttan í einum bóli; tann seyður, ið tók støðu har, kundi ikki lukkast. Hesin seyðamaður hevði tann vana, at hann gekk ikki tann vegin, sum hinir altíð vóru farnir, tá ið teir vóru burtur í haga. Ein dagin, sum hann er farin burtur í haga, møtir hann einum huldumanni. Huldumaðurin spyr, hvussu til stendur við seyðinum. “Tað stendur væl til hjá mær,” sigur seyðamaðurin, “uttan í einum bóli; men her hevur altíð verið so ring skepna fyrr.” “Tað vil eg væl trúgva,” segði huldumaðurin, “og eg skal nú siga tær frá, hvussu hetta hevur borið til: Hinir fyrru seyðamenninir hava altíð gingið ein annan veg, enn tú gongur, og beint undir tí veginum, sum teir hava gingið, liggja hús míni. Teir hava traðkað hol á takið hjá mær, so tað er komið at leka; men tú ert farin annan veg, og tí hevur tað eydnast tær so væl at røkta seyðin. Men hitt eina bólið, sum seyðurin ikki vil trívast í, skalt tú bróta niður, taka upp tað, sum liggur undir tí norðasta hornasteininum, og so byggja bólið upp aftur.” Maðurin so gjørdi, og tá ið hann lyfti tí norðasta hornasteininum upp, lá eitt rúnarhorn undir, sum ein annar hevði lagt har av tjóvskum sinni fyri at ganda seyðin. Hann bygdi bólið aftur, og tá doyði ikki ein seyður longur.[2]
Huldufólkið í Útistovu
[rætta | rætta wikitekst]Søgn er, at huldufólk búðu í Útistovu í Hattarvík. Tann kona, ið greiddi mær hetta, segði frá, at tá hon var nakað ung, sat hon og vaggaði tí yngstu systrini; tá kom ein gráklæddur maður inn og læt hurðina upp til stovuna. Hann varð standandi har við dyrnar og hugdi inn til sín, men segði einki. Hon varð ógvuliga bangin, men tordi ikki at rýma frá systrini.
Endin var tann, at hon orkaði ikki at sita har longur men royndi at taka systrina í kneppið og leyp so upp í eina sokallaða himmalsong og krógvaði seg undir dýnuni. Hon var tó so bangin, at hon mátti fara at kaga eftir manninum og vita, hvat ið hann nú fór at gera. Tá sá hon, at hann stóð og kagaði eftir teimum.
Tá orkaði hon ikki longur at tiga, men mátti skera í róp eftir mammuni, sum var í kjallaranum og mjólkaði. Mamman, sum hoyrdi hetta neyðarróp, kom við tað sama, men tá var eingin maður at síggja.[3]
Flotoyggj
[rætta | rætta wikitekst]Fugloyggin var av fyrstu tíð flotoyggj. Menn róðu at henni til at kasta stál á hana og festa hana so í botn, men einki batti, tí fult stóð av trøllum fram við bakkanum, og tey loftaðu øllum, ið blakað varð á land, og tveittu tað út aftur á sjógv. So vóru allir prestarnir heintaðir saman fyri at fáa oynna til at standa. Teir vóru fluttir út til hennara og bíndu ikki av henni alla tíðina, meðan róð varð, at hon skuldi ikki fara burtur úr eygsjón. Ein av prestunum stóð fremstur í bátinum og kastaði Bíbliuna upp á land, meðan allir hinir stardu upp á oynna. Tá hjálpti; teir vóru mentir yvir trøllunum og vendu tey um til túgvur. Túgvurnar hava staðið tjúkt eftir bakkanum við Kirkju fyrr, men nú eru tær burturfarnar, sum tað er matað niðanundir av brimi. [4]
Gullheyggjur
[rætta | rætta wikitekst]Tríggir menn komu úr Noregi til Fugloyar í Føroyum um tað bilið, tá ið Haraldur kongur hin hárfagri legði alt Noregs land undir seg. Gunnar æt hann, ið fyri teimum var, og Tróndur æt annar teirra, ið við honum vóru. Gunnar búsettist í Hattarvík. Hann hevði nógv gull við sær og ein ring um armin, sum kundi verja hann fyri trølldómi. [5] Ein gandakelling, Steinvør, sum búði við Kellingará í Hattarvík, átti eina fosturdóttur, sum hon vildi so fegin hava gifta við Gunnari. Hon hevði allar vælir sínar frammi at fáa hann til at vera góðan við hana, men ikki batti. Tá gáddi hin gamla um ringin, sum hann hevði um armin, slepti so Gunnari og gav seg í lag við Trónd at lokka hann. Honum fekk hon skjótt bilbugt við, tí hann hevði einki til at verja seg fyri gandi. Hon sigur við hann, at hann fær ikki Gunnhild, dóttur sína, uttan hann fær henni fatur í ringin, sum Gunnar ber um armin. Ringurin er eitt virðileyst ting, heldur hon fyri, og hevur einki at týða, so tað er tað minsta, hann kann gera henni afturfyri. Tróndur lovar at royna. Um náttina, meðan Gunnar svevur, skal hann taka ringin burtur av armi hansara; men Gunnar vaknar í sama bili, sum hin nertir við, og drepur so Trónd, tí at hann sær, at hann vil svíkja seg. Meðan hevur kellingin skapað fosturdóttrina um til ein ravn. Tá ið Gunnar kastar tann blóðiga kroppin út, situr ravnurin uppi á tekjuni. Gunnar tekur boga sín og skjýtur hann, so hann dettur deyður niður, og kennir nú kroppin á Gunnhild, sum er vorðin umskapað aftur í fólkalíki. Nú er kellingin kjarnað og svør, at hon skal hevna honum hetta aftur tíðliga ella seint. Hon roynir allar vælir at fáa fatur á einum lindormi til at leggja á gull Gunnars og forða honum at koma at tí. Ein morgun, sum hon hyggur út, sær hon lindormin liggja á bønum. Nú er frøi á henni; hon gevur orminum bróst síni at súgva, at hann skal trívast væl og vaksa skjótt. Hon kennir á sær, hvussu hann drekkur lívið úr henni, sum hann sýgur; men hon leggur ikki lag í tað, bara hon fær hevnd. Næsta vár fór Gunnar víkingur burtur at herja. Alt visti kellingin og sá, at hann festi sær konu tað sama summarið. Tá ið nakað leið at tíðini, sum Gunnar skuldi koma aftur, bar hon lindormin út á gull hansara; tað var goymt í jørðini undir húsi Gunnars, har sum nú Gullheyggjur er. Ein stór jøvn hella liggur uppiá, skínandi hvít at síggja. Har gróv kellingin undir grundini og setti kropp Trónds aftur í holið sum tøpp. Ikki hevði hon bindindi at bíða, til Gunnar kom; tá ið hon sá skip hansara, skapaði hon seg um til ein hval, fór ímóti skipinum og slerdi tað sundur í sor. Tað var Gunnars bani, tí ringurin vardi hann bert á landi og ikki á sjógv. Men gandakellingin læt sítt lív har eisini, tí lindormurin hevði sogið allan merg burtur úr henni. Lindormurin varðveitti gullið og liggur á tí enn. Høvur hansara liggur undir øskudunganum (“niðri á øskudunga”, sum tey rópa tað) tætt undir húsunum í Hattarvík, men halin liggur “inni á tjørn” (innantil á hálsinum, hálvan fjórðing frá bygdini). Buktin liggur á gullinum undir Gullheyginum. Søgn er, at, fær ormurin høvdið út undan øskudunganum, skal Hattarvík forganga.
Seksti ár herfyri fóru nakrir menn úr Hattarvík at grava eftir gullinum oman fyri Dyrhamar, har sum kellingin skuldi seta tøppin í, men góvu arbeiðið yvir, tí at teir hildu seg hoyra blástur av orminum.
Onnur frásøgn um gullið í Gullheyggi er tann, at Gongu-Rólvur skuldi koma skipráki til Hattarvíkar og so grava gullkistu niður har í áðurnevnda heyggj.
Jógvan og Eyðun Tróndarson
[rætta | rætta wikitekst]Tróndur bóndi á Kellingargarði í Hattarvík í Fugloy átti tríggjar synir: Eyðun, Heinrikur (eyknevndur “Gorsi”) og Jógvan. Ein suðuroyingur spáddi teimum einaferð, meðan teir vóru á ungum aldri, og segði við teir, at teir kundu spæla á landi og havi, sum teir vildu: einki skuldi vera teimum at skaða - uttan hin yngsti, Jógvan, skuldi hava eina ringa konulukku.
Jógvan Tróndarson var ein hendingsmaður, mestur sum høvdingur í Fugloy, tiltikin bæði sum bjargamaður og sjómaður. Men óskepnuligur maður var hann: tríggjar ferðir giftur og tó ungur maður: tríati ár, tá ið síðsta konan doyði. So gekk spádómurin út. - Tá ið hann giftist aðra ferðina, flutti hann yvir á Kirkju til at búgva, og har varð hann verandi til sín deyðadag.
Eingin bátur fór til útróðrar, uttan Jógvan Tróndarson vildi. Hann hevði útróðrarbát í Skarðsvík á eystursíðuni á Fugloynni, mestur tríggjar fjórðingar frá bygdini á Kirkju, har sum hann búði, og søgnin sigur, at árla um vetrarmorgnarnar, tá ið myrkt var og útróðrarlíkindi tóktust ymis, vóru hattarvíkingar, sum eisini róðu út í Skarðsvík, vanir at fara út fyri dyr og hyggja niðan á Kross (fjallið ímillum Kirkju bygd og Hattarvíkar), um teir kundu síggja lyktarljós Jógvans (tí Jógvan og menn hansara høvdu altíð tendraða lykt hjá sær, tá ið teir gingu til Skarðsvíkar um vetrarmorgnarnar). Sóu teir lyktina uppi á Krossi, so vistu teir, at tað vóru góð útróðrarlíkindi, og gjørdu seg til at fara.
Jógvan fann miðið tað, sum rópast Gjómið (av tí, at gjógv er til ýtis): ein torragruður, tveir fjórðingar frá landi. Har rógva bæði fugloyingar, svínoyingar, viðoyingar og sundamenn tíðum enn.
Einaferð bjargaði Jógvan einari bátsskipan við lendistøðna á Kirkju. Ein boði hevði brotið á bátin, so hann hvølvdist.
Eitt kyrruvant pláss er, sum eitur Tróndarvík, nakað sunnan fyri ta gomlu lendistøðna á Kirkju. Ein dagin, sum Jógvan var á útiróðri sunnanfyri, brast hann á høgt. Jógvan skuldi rógva norður til lendingina, men vann ikki longur enn til Tróndarvíkar og dró upp har. Eingin maður hevur lent har hvørki fyrr ella síðani.
Jógvan Tróndarson fór í fuglapláss, har sum eingin annar tordi at fara. - Eitt summarið, tá ið hann var farin til bjarga at síða við sonarsoni sínum og navna, fall hin yngri Jógvan í Hvannrókini stóru. Hann hevði klintrast upp oman fyri Hvannrókina, var dottin omanaftur og hevði brotið hol á høvdið. Hin gamli fór tá niður eftir honum og lesti seg upp við honum í føvninginum 26 favnar upp á slætt. Sár yngra Jógvans varð afturgrøtt av einum lekjara á einum hálendskum skipi, ið lá í Hvannasundi, men heilin var brekaður, og ongantíð fekk drongurin sína fyrru heilsu aftur. Ofta kom svøvnur á hann, sum hann sat, og tað var hansara deyði, tí á sínum tjúgunda ári, tá ið hann var farin til fugla ein dagin, sovnaði hann út av Enninum, einum fleygasessi í Norðbergi. Líkið rak upp á Húsum á Kalsoynni.
Jógvan var av fótfimastu monnum. Eitt árið slepti hann fimm veðurlombum, einum í hvørt pláss (Hóurskor, Eysturskor, Hvannrókin stóra, Valstakkurin og Grønaskor), og tók so øll hesi veðurlomb aftur eftir einum degi uttan tað størsta, sum fór útav í Hvannrókini. Hann fekk í ryggin á tí, men sá sær ikki føri til at halda tí.
Um styrki Jógvans er ein stutt frasøgn. Ein bóndi í Hattarvík, kallaður eiðismaðurin, var óføra sterkur, men eitt óvætti. Eitt árið bóru kirkjumenn hoyggj hjá honum, og Jógvan, sum tá var gamal og gekk við putt (prukku), var við. Eiðismaðurin bant sær eina hoybyrði, sum hann ikki orkaði at bera sjálvur, og heldur eingin annar. Tá kom hin gamli Jógvan út á bøin og bað hoymenninar skúgva byrðina upp á seg; “hann skuldi tó vita, um hann var ikki mentur at standa undir henni,” helt hann. Tá ið teir høvdu fingið byrðina upp á hann, bar hann hana beint í hoygarðin, sum desin stóð. Tá segði beiggin Gorsi, sum lá uppiá: “Ja, bróðir, væl hevur eggjastropin rinið á okkum!” - oftum høvdu teir verið saman og drigið lundar, fingið brotin egg og latið stropan niður í dyllur.
Nú er at greina frá Eyðun, elsta bróður Jógvans Tróndarsonar. Hann var niðri upp á landsins besta einaferð saman við øðrum monnum, ið valdir vóru til tess at gera ferð niður og biðja kong geva føroyingum tann konguliga handilin aftur í staðin fyri rættin tann, ið junkar Gabel hevði til handils í oyggjunum. Meðan teir vóru í Danmark, brast ófriður á ímillum Danmarkar og Svøríkis, og teir fóru við í kríggj. Tá ið kríggið var endað, komu allir heim aftur til Føroya uttan Eyðun. Hann leypst, sigur søgnin. Meðan hann var niðri, lá hann saman við einum øðrum føroyingi um næturnar, men ein morgunin var hann horvin, og síðan spurdist hann ikki upp aftur. Altíð hevði hann tráað eftir at sleppa suður, har sum urtirnar gróðu. Einans ferð skal hann tó hava vitjað Føroyar aftur, og harum er henda frásøgn:
Eitt útlendskt skip sást ein dagin uttan fyri Fugloy, og bátur kom í land eftir vatni. Fugloyingar undraðust á, so kunniliga sum hesir skipsmenn stýrdu ímillum boðarnar og inn at lendingini. Tá var tað Eyðun, sum stýrdi. Hann fór niðan at húsum og inn í “niðaru stovu”, har sum móðir hansara og bróðirin búðu (nú rópast húsið “suðuri í túni”). Sum hann traðkaði á helluna, ið lá fyri durunum, rillaði hon og glintaði. Tá hevði hann fyri munni á sær: “Tú glintar enn sum áður.” Mamman, sum tá var avgomul og blind og lá í seingini, var einsamøll inni; Jógvan var á útiróðri. Eyðun fór so tigandi og stakk eitt turriklæði niður við songarstokkin og fór so út aftur. Vant var tá í tíðini, at útlendsk víkingaskip komu til Føroya at rána, men hetta skipið gjørdi einki óskil; tað sigldi burtur aftur sama dag og Eyðun í tí, og síðan er einki frætt um hann. Tá ið Jógvan kom heim av útiróðri um kvøldið, fann hann turriklæðið og spurdi: “Mamma, hevur bróðir verið her í dag?” Men hon bara eymkaði seg við. Hellan hevur ligið og rillað til stutt síðani, og smábørn hava havt tað til stuttleika at traðka á hana og fáa hana til at glinta; men nú er bygt út yvir hana.[2]
Fimti, Sakaris og fjørutrøllini í Hattarvík
[rætta | rætta wikitekst]Eitt kvøldið - tað er ikki meira enn nøkur mannaminni síðani - fóru børnini í Hattarvík í Fugloy út at spæla sær, og høvdu tey tá fyri at renna út og inn úr húsunum. Um ljósatendring kemur eitt av teimum inn rennandi í býlinginum “uppi í Húsi” og sigur: “Eitt trøll kom eftir mær.” Barnið setst niður við dyrnar, men í sama viðfangi verður ein armur rættur inn ígjøgnum dyrnar og tekur barnið út aftur við sær. Sum ikki var undarligt - róp kom, tá ið barnið hvarv, og út leyp ein gamal maður, sum tey rópaðu “Fimta”; hann fór eftir trøllinum, sum tá var farið yvir um húsini, fekk tað aftur niðri á bakkanum og tók barnið frá tí; men í tí sama leyp trøllið yvir á sjógv, og varð tað tí hildið fyri at vera eitt “fjørutrøll”. Fimti var so kallaður av tí, at hann var hin fimti maður í tí húsi, sum bar navnið Hanus. Hann var bæði klókur og væl lærdur maður.
Nøkur ár eftir fór aftur at merkjast til eitt trøll, sum eisini kom frá sjónum. Í fyrstuni kom tað ikki, fyrr enn myrkt var; men hvørt sum tíðin longdist, kom tað fyrr og fyrr hvørt kvøldið, og tá ið átta dagar vóru farnir, kom tað í skýmingini. Ógvuliga øgiligt var tað at síggja; nógvur tari vóks uppi á tí, og nógv grót dró tað uppi í sær. Fólk ræddust illa, og eftir dagssetur tordi eingin at fara út fyri dyr. Vatn og hvat annað, ið nýtast skuldi um kvøldið, mátti alt vera innborið, meðan dagur var. Tá ið trøllið kom, ljóðaði tað rætt sum tað hevði drigið tveir mylnusteinar uppi í sær, og var tað, sum alt túnið hevði verið leyst og malið um koll undir fótunum á tí. So stórt var hetta fjørutrøllið, at tað stóð upp um mønuna á húsunum “niðri í Húsi”. Soleiðis gekk tað eina langa tíð, og illa mundi verið burturúr, um ikki ein maður, Sakaris nevndur, niðri í Húsi hevði hildið seg mentan at beina trøllið burtur. Eitt kvøldið, sum tað var á veg til at koma, fór hann út til at taka ímóti tí og legði fólkinum við, ið inni var, at eingin mátti koma út til at hyggja eftir sær, ið hvussu leingi hann var burtur. Leingi var Sakaris burtur; komið var at niðurfaringartíð, og ikki var hann afturkomin enn; men tó tordi eingin út fyri dyr at hyggja eftir honum. So til endan kom hann, vátur sum hann hevði verið drigin upp frá grunni - tað rann úr hvørjum tráði. Hann segðist at hava mánað trøllið niður í eina gjógv, kallað Tøllagjógv, okkurt um hundrað favnar burtur frá húsunum. Síðan hevur einki hoyrst um nakað fjørutrøll.
Frá Fimta er sagt, at eitt kvøldið, sum brúdleyp varð hildið í Hattarvík, mánaði hann eina nøgd av trøllum upp yviri á Kirkju (hinari bygdini í Fugloy) og beindi tey so til Hattarvíkar inn í brúdleypshúsið, rætt sum alt var setst til borðs. Tá vildu fólk svíma frá hond við borðið; men hin áðurnevndi Sakaris niðri í Húsi fekk beint tey útaftur.
Fyri oman húsini “uppi í Húsi” er ein brekka, sum tey rópa “uppi á Brúnum”. Har skuldi ein huldumaður búgva, og hvønn fyrsta jólamorgun fór Fimti uppskrýddur niðan í Brúnir til at halda jól hjá hesum huldumanni. Tá ið hann kom aftur og fólk spurdu, um hann hevði notið góðan blíðskap, svaraði hann, at sær var sýndur allur blídni, sum nevnast kundi.
Fimti var framsíggin maður. Tá ið hann var lagstur á songina av aldurdómi, hildu fólk hann tosa í ørviti við hvørt. Ímillum annað, sum hann tosaði, hoyrdu tey hann siga: “Hoyr tú meg, søtin! (hetta var eitt orðatak hansara) tað mesta, meg gremur, er um tær olmussu einkjurnar, ið yviri á Kirkju fara at liggja.” Hetta vónaði eingin at skula hava nakað at týða. Men árið eftir hendi tann vanlukka á Kirkju, at ein bátur við sjey monnum umkomst fyri lendingini, og bert ein maður var bjargaður. - Tá ið Fimti varð spurdur, hvussu tað fór at vera við ætt hansara, um tað fóru at vera nógvir eftir hann, sum itu Hanus, svaraði hann, at tað fór at vera fimti, sætti og sjeyndi og so ikki meira. Og so varð: tveir komu aftan á hann, sum itu Hanus; men tá ið tann áttandi skuldi koma, tá var tað genta[2]
Jústinus løgmaður
[rætta | rætta wikitekst]Einaferð fyrr í tíðini búði løgmaður í Fugloy. Hann æt Jústinus og sat sum bóndi á Kellingargarði í Hattarvík. Hann sigst at hava fingið løgmansembæti í Føroyum í løn fyri tað, at hann bjargaði einari bátsskipan niðri við lendistøðina í Hattarvík. Síðan hevur tað plássið verið nevnt Jústinusartangi eftir honum.[2] Jústinus og ein húskallur hansara fóru eina ferð við bát út í Bispin (stakkur norðan fyri Fugloynna) til at fleyga fugl. Húskallurin kleyv upp í stakkin, men Jústinus var eftir í bátinum. Tá sá løgmaðurin ein steinkóp, sum lá og fetti sær á einari fles, nakað um hálvan fjórðing sunnan fyri stakkin. Hann róði til flesina og bant bátin fastan við tangan, leyp upp á flesina eftir kópinum, men vann einki. Hann vildi venda aftur, men tá var báturin losnaður frá og fór rekandi norðureftir. Húskallurin í Bispinum var varur við bátin, ið kom rekandi, og til alla lukku bar streymurin hann so tætt at stakkinum, at maðurin fekk lagt netið á fleygastongini niður yvir stevnið á bátinum og drigið hann til sín. So róði hann til flesina og bjargaði húsbónda sínum. Henda flesin, sum nevnd hevur verið “løgmansskerið” síðani, er nú burturtikin av brimi.
Einaferð kom Jústinus løgmaður óvart á ein tjóv, rætt sum hann var at bróta inn í eitt gróthús hansara. Tjóvurin bønaði hann einki at gera sær, og Jústinus slepti honum, men varnaði hann ikki at gera slíkt oftari. Sama árið fór løgmaður til Havnar til ólavsøkutingið, men sum hann sat í rættinum, kom hesin sami tjóvur inn og spurdi løgrættismenninar, hvussu mikil sekt ið lá á manni, sum slepti einum tjóvi og segði ikki frá honum. Tá svaraði løgmaðurin, sum kendi skálkin aftur og visti, hvat ið hann hevði í huga: “Eg skal lata tjóvabøturnar, men tú skalt hanga í gálganum.” Og løgmaður galt peningin alt fyri eitt og legði seksti dálar fram á borðið, men tjóvurin varð hongdur.
Um hetta mundið sat ein einkja á Húsagarði í Hattarvík, sum átti ein so frálíkan fuglahund, at tí manni, sum fór til fugla við honum, kravdist einki annað enn at fylgja honum til plássið og so leggja seg at sova. Tá ið maðurin vaknaði, kundi hann fara heim við eini heilari byrði av lundum, sum hundurin hevði fangað. Løgmaðurin bar ofta upp á mál við hana um at selja sær henda hund, men hon sýtti hvørja ferð. So kastaði hann hatur á hana og gjørdi tað í hevnisøk, at hann rak hana burtur av garði hennara í Hattarvík. Hon átti eitt annað festi í Hvannasundi í Viðoy og flutti hagar at búgva. Men løgmaður var eftir henni og fekk gjørt so mikið, at hon misti hetta festið við. So flutti hon inn á Strendur í Eysturoy, hvar hon átti eina hálvmørk í jørð. Men heldur ikki her varð hon verandi. Tá stóð kirkja á Skála við ta ánna, sum rópast Kirkjuá. Men ein sunnudag í kirkjutíð kom eitt vatnlop so dáttliga á, at tað tók kirkjuna út á sjógv, og øll, ið inni vóru, týndu lívið. Tá varð tað lovað, at, har sum tað fyrsta sprekið av kirkjuni kom rekandi, í tí staði skuldi hon verða bygd upp aftur, og tað var beint niðri undir hálvmørkini, sum hin áðurnevnda einkjan átti og búði á. So skifti hon til Nólsoyar. Har náddi løgmaður henni ikki, og síðan livdi hon í friði og náðum alla sína ævi.
Jústinus løgmaður átti tveir synir. Hin eldri fekk Kellingargarð eftir pápan; hin yngri giftist til løgmansgarðin á Steig í Vágum. Við skilnaðin gav løgmaður yngra soni sínum fýra óðalsmerkur innangarðs uttan fyri Tvættá á Kirkju (í Fugloy) og ein hagapart fyri seg sjálvan ytst í Skarðsvík. Festibrævið skrivaði løgmaður “uppi á Krossi”, á fjallinum ímillum Kirkju og Hattarvíkar.[6]
Floksmenninir
[rætta | rætta wikitekst]Floksmenninir vóru tiltikin bartrog, ið livdu í Føroyum fyri nógvum hundrað árum síðan. Teir itu Høgni Nev, Hálvdan Úlvsson og Rógvi Skel og vóru úr Hattarvík. Ein fjórða, Sjúrð við Kellingará, noyddu teir afturat sær. Teir søgdu fyri kongi, at tað livdist ikki í Føroyum fyri ófriðarkroppum og fingu hann at senda sær svørð og onnur vápn at verja sær við. Men veruliga ætlan teirra var at leggja undir seg allar Føroyar. Fimti mans fingu teir í part við sær, flestar úr Suðuroy, og stevndu teimum til fundar á Gøtueiði at leggja til rættis. Men yvirvøldin í Havn frætti um ætlanina, tók viðhaldsmenn teirra og sendi síðan fólk at taka floksmenninar. Eftir harðan bardaga í Svínoy vórðu teir tiknir og dømdir til deyða fyri m.a. at hava dripið bóndan í Árnafirði. Floksmenninir vóru síðani førdir uppá á hægstan Valaknúk, omanstoyttir haðani og grivnir niðriundir. [7]
Postur
[rætta | rætta wikitekst]Nær postskiftisstøð er skipað í Hattarvík, vita vit ikki við vissu, men elsta skrivið viðvíkjandi Hattarvík, sum vit finna í skjølunum hjá postverkinum, er dagfest 12. juli 1932. Hetta er ein umsókn frá Marionnu Fuglø um at gerast postskiftiskvinna í Hattarvík. Hon verður sett í starvið. Onnur skjøl benda á, at Tróndur Fuglø, sum er faðir Marionnu Fuglø, hevur verið postskiftismaður frammanundan. Hvussu leingi Tróndur Fuglø hevur røkt starvið, geva skjølini onki svar uppá, men í einum brævi verður nevnt, at hann hevur gingið ímillum Hattarvík og Kirkju við og eftir posti. Tá postbáturin ikki fekk samband við Hattarvík orsakað av ókyrru, skuldi postskiftisstøðin í Hattarvík syrgja fyri, at postur ið skuldi sendast, varð borin úr Hattarvík til Kirkju. Komandi postur til Hattarvíkar varð so tikin við heimaftur. Hetta kom ofta fyri, serliga tá nógv høgætt og eysturætt var um vetrarnar.
Í 1937 eitur postskiftiskvinnan Marianna Hansen. Hon er nú gift við Óla G. Hansen, keypmanni í Hattarvík. Marianna Hansen doyr tann 23. juli 1953. Í skjølunum síggja vit, at í august 1953 hevur eftirsitandi maður hennara, Óli G. Hansen, tikið við sum postskiftismaður í bygdini. Hann situr við postinum til hann doyr 27. desember 1971. Tann 1. apríl 1972 tekur Katrin Amalia Fuglø við sum postskiftiskvinna í Hattarvík. Hon er dóttur Marionnu og Óla G. Hansen. Seinastu árini hevur maður hennara, Leivur Fuglø, havt ábyrgdina av postinum í Hattarvík. Viðvíkjandi postflutninginum var støðan tann sama í Hattarvík sum á Kirkju, tað vil siga, at áðrenn postbáturin fór at sigla í 1914, var ongin regluligur postflutningur. Posturin varð borin úr Klaksvík og lagdur til heintingar í Hvannasundi. Tað var postmaðurin, sum gekk úr Klaksvík um Árnafjørð og Hvannasund til Viðareiðis, ið tók postin til Svínoyar og Fugloyar við norður í Hvannasund. Tá onkur úr Fugloy og Svínoy kom inn í Hvannasund í ørindum, varð posturin til bygdirnar í Fugloynni og til Svínoyar tikin við útaftur.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Hagstova.fo
- ↑ 2.0 2.1 2.2 2.3 Jakob Jakobsen: Færøske folkesagn og æventyr. 1898-1901
- ↑ Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933
- ↑ Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901
- ↑ Jakob Jakobsen: Færøske folkesagn og æventyr. 1898-1901.
- ↑ Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901
- ↑ "Archive copy". http://www.heimabeiti.fo/default.asp?page=594. Heintað 2014-10-20.
Slóðir
[rætta | rætta wikitekst]- Myndir og upplýsingar (danskt og enskt)
- Matrikul.fo - Hattarvík (loftmynd frá 1984) Archived 2004-12-21 at the Wayback Machine
- Myndasavn (nýggj loftmynd)
- Hattarvíkar kirkja
- Olivant.fo, 11. mars 2004: “Sær svart út...”"[deyð leinkja]