Jump to content

Fugloy

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Fugloyar kommuna)
Fugloy
Landafrøði

Vídd 11,18 km²
Vatn 0,1 %

Umsiting
Land Føroyar Føroyar
Íbúgvalæra
Fólkatal 42 (Juni 2024)
Íbúgvatættleiki 4 /km²

Fugloy, sum hevur fingið navn av tí nógva fugli, ið har búleikast, er tann minsta av Norðoyum, 11.1 km², og hon liggur eisini longst burtur frá hinum. Fugloyggin er ein kommuna við tveimum bygdum. Tær eru Kirkja og Hattarvík. Kirkja og skúli eru í báðum bygdunum. Tær báðar bygdirnar í oynni eru brimpláss, og hetta saman við hennara fjarleiki hevur gjørt, at fólkatalið er nógv minkað; í 40'unum búðu omanfyri 200 fólk í Fugloy. Í 1950 vóru skrásett 195 fólk. Fólkatalið var 38 við ársbyrjan 2014. Í prosentum upplivdi Fugloyar kommuna nógv tann størsta fólkavøksturin í 2014-2015. Í tíðarskeiðinum 1. mars 2013 ti 1. mars 2014 øktist fólkatalið í Fugloy við trimum úr 38 upp í 41 fólk, og tað svarar til ein vøkstur upp á heili 7,9 prosent.

Fugloyggin er eitt náttúruvakurt stað. Mótsatt teimum sunnaru oyggjunum í Føroyum er Fugloyggin sermerkt, við at tað, sum er omanfyri sjóvarmálan, bert eru tær ovastu basaltfláðirnar, tí er oyggin brøtt við steyrrøttum homrum runt alla oynna, omaná er grønt og gróðrargott og fleiri sjáldsamar plantur eru at finna. Fuglalívið er fjølbroytt, og eins og í Mykinesi er atkomuligt lundaland í haganum. Í bjørgunum runt oynna er stórt fuglameingi. Fugloyggin hevur havt elligamlar skipanir við røkt og veiðu í fuglabjørgunum. Men gongdin við tí stóra fallinum í fólkatalinum og at tað eru flest gomul fólk á oynni, ger tað torført hjá teimum yngru á staðnum at søkja bjørgini. Tað er eitt vandamál, at tey ungu ikki vera lærd upp í hesum yrki.

Í Hattarvík eru fleiri elligamlar toftir og niðurdottin gróthús og úthús eins og nógva aðrastaðnis í Føroyum. Fyri nøkrum árum síðani var farið undir at laga nøkur av hesum uppaftur og seta tey í upprunaligan stand. Onkur av hesum úthúsum vera nevnd í eitt nú søgnini um floksmenninar. Hetta arbeiði er ikki bara til prýðis fyri bygdina, men er eisini av søguligum og mentanarligum týdningi. Arbeitt verður við ymiskum verkætlanum. Ein er "Fugloy í søgu og søgn". Málið er at byggja upp eina væl skipaða og burðardygga ferðavinnu í oynni, sum kann styrkja búsetingina. Verkætlanin er eitt tiltak, ið Útoyggjafelagið og bygdarfólki hevur tikið stig til. Umframt hetta verður í løtuni roynt virksemi við mati úr lokalari rávøru.

Hægsta fjall í Fugloy - Klubbin - er 621 m.

Jakob Jakobsen um Fugloy

[rætta | rætta wikitekst]

Fugloyggin var av fyrstu tíð flotoyggj. Menn róðu at henni at kasta stál á hana og festa hana í botn, men einki batti, tí fult stóð av trøllum fram við bakkanum, og tey loftaðu øllum, ið blakað varð í land, og tveittu tað aftur á sjógv. So vóru allir prestarnir heintaðir saman fyri at fáa oynna til at standa. Teir vóru fluttir út til hennara og bíndu ikki av henni alla tíðina, meðan róð varð, at hon skuldi ikki fara burtur úr eygsjón. Ein av prestunum stóð fremstur í bátinum og kastaði Bíbliuna upp á land, meðan allir hinir stardu fast upp á oynna. Tá hjálpti, teir vóru mentir yvir trøllunum og vendu tey um til túgvur. Túgvurnar hava staðið tjúkt eftir bakkanum við Kirkju fyrr, men nú eru tær burturfarnar, sum tað er matað niðan undir av brimi.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið



Verdur Kommunur í Føroyum Kommunum í Føroyum
Eiðis | Eystur | Fámjins | Fuglafjarðar | Fugloyar | Hovs | Húsa | Húsavíkar | Hvalbiar | Hvannasunds | Klaksvíkar | Kunoyar | Kvívíkar | Nes | Porkeris | Runavíkar | Sands | Sjóvar | Skálavíkar | Skopunar | Skúvoyar | Sumbiar | Sunda | Sørvágs | Tórshavnar | Tvøroyrar | Vága | Vágs | Vestmanna | Viðareiðis