Aruba
| |||
Tjóðarslagorð: Onki | |||
Tjóðsangur: "Aruba Dushi Tera" | |||
Alment mál | Niðurlendskt og papiamento | ||
Høvuðsstaður | Oranjestad | ||
Forsætisráðharri | Willem-Alexander | ||
Guvernørur | Alfonso Boekhoudt | ||
Fullveldi | Onki* | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
178.91 km² 0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2013 - tættleiki |
109,153 567/km² | ||
Gjaldoyra | Florin (AWG) | ||
Tíðarøki | UTC -4 | ||
Økisnavn á alnetinum | .aw | ||
Telefonkota | +297
| ||
*Partur av Kongaríkinum Niðurlond |
Aruba er ein niðurlendsk oyggj beint úti fyri strondina í Venesuela. Aruba er ein av ABC-oyggjunum, ið eru í Karibiska havinum. Oyggin er 179 km2 til støddar og liggur bara 27 km frá suðuramerikanska meginlandinum í Venesuela. Høvuðsstaðurin eitur Oranjestad. Í januar 2000 var fólkatalið í Aruba 90,506; í januar 2013 var tað vaksið til 109,153 [1]. Mesta fólkið er afrikanarar, men eisini er ein hvítur minniluti. Almennu málini í Aruba eru tvey, niðurlendskt og papiamento [2]. Upprunafólkið í Aruba eru indiánar. Tann rómversk-katólska kirkjan er størsti trúarbólkur í Aruba; umleið 81 % av fólkinum eru rómverskir katolikkar í 2013 [3].
Ferðavinnan hevur havt ein vaksandi týdning fyri Aruba; ferðavinnan hevur stóran týdning í Aruba í 2013. Tølini hjá CIA World Factbook vísa, at ferðavinnan stendur fyri umleið 1/3 av samlaða BTÚ í 2013 [4]. Hóast landið er lítið dregur tað nógv ferðandi á hvørjum ári. Hetta kemst helst av, at veðurlagið í Aruba er serstakliga lokkandi, har eru strendur so langt eygað røkkur. Størsta menningin og mesta virksemið er eisini fram við strendurnar. Hóast strandarlinjan er fruktagóð, er miðjan á oynni at rokna sum oyðimarkarlendi. Flestu ferðafólkini eru úr USA.
Oyggin er millum annað nevnd í sanginum Cocomo hjá Beach Boys. Eisini verður hon viðhvørt umtalað sum frítíðarstað í amerikanskum spælifilmum.
Oyggin Aruba er 179 km² til støddar, t.e. nakað størri enn Vágar, sum er 177 km².
Kelduávísingar
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ http://www.cbs.aw/index.php/products/publications/161-publications/population-society/population-society/census-2010/220-census2010results-aa1
- ↑ http://books.google.com/books?id=4SMLb6hKv4YC&lpg=PT276
- ↑ "Archive copy". https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/aa.html. Heintað 2014-03-12.
- ↑ "Archive copy". https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/aa.html. Heintað 2014-03-12.