Oranjestad (Aruba)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Oranjestad í Aruba

Oranjestad er høvuðsstaðurin í Aruba. Býurin hevur umleið 34 980 íbúgvar og er størsti býur á oynni. Navnið merkir Appelsinbýurin, men á lokala málinum, papiamento, verður býurin ofta umrøddur sum Playa. Oranjestad er uppkallaður eftir Willem van Oranje-Nassau.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Oyggin var funnin hin 26. juli 1499 av spanska sjófararanum Alonso de Ojeda. Av fyrstan tíð búðu arawakindianar í økinum. Frá 1636 gjørdist staðið ein havn sum West-Indische Compagnie (Niðurlendska Vestindiska Kompaníið) nýtti, og í 1797 gjørdist býurin høvuðsstaður á Aruba.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið