9. oktober
Appearance
Sep - Okt - Nov | ||||||
Má | Tý | Mi | Hó | Fr | Le | Su |
1 | 2 | 3 | 4 | 5 | 6 | |
7 | 8 | 9 | 10 | 11 | 12 | 13 |
14 | 15 | 16 | 17 | 18 | 19 | 20 |
21 | 22 | 23 | 24 | 25 | 26 | 27 |
28 | 29 | 30 | 31 | |||
Kalendari fyri 2024 Allir dagar |
9. oktober er dagur 282 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 283 um skotár er). 83 dagar eru eftir av árinum.
Hendingar
[rætta | rætta wikitekst]- 1446 - Hangul stavraðið verður útgivið í Korea.
- 1514 - Louis XII av Fraklandi giftist Mary Tudor.
- 1582 - Vegna íverksetan av gregorianska kalendaranum, er hesin dagurin ikki til í Spania, Italia, Póllandi og Portugal.
- 1760 - Sjeyárakríggið: Russland hertekur Berlin í Týsklandi.
- 1804 - Hobart, høvuðsstaðurin í Tasmania, verður settur á stovn.
- 1824 - Trælahald verður avtikið á Kosta Rika.
- 1831 - Ioannis Kapodistrias, fyrsti leiðari av sjálvstøðuga Grikkalandi, verður myrdur.
- 1888 - Washington minnisvarðin (Washington Monument) verður latin upp fyri almenninginum.
- 1900 - Cookoyggjar gerast bretskt hjáland.
- 1914 - Fyrri heimsbardagi: Antwerp í Belgia verður hertikin av Týsklandi.
- 1936 - Hoover Dam í Nevada, USA, framleiðir streym fyri fyrstu ferð.
- 1962 - Uganda gerst sjálvstøðugt land í Commonwealth.
- 1967 - Che Guevara verður avrættaður fyri at hava roynt at framt kollvelting í Bolivia.
- 1981 - Deyðarevsing verður avtikin í Fraklandi.
- 1986 - Sangleikurin The Phantom of the Opera verður vístur fyri fyrstu ferð í London.
- 2006 - Mett verður, at Norðurkorea roynir atomvápn fyri fyrstu ferð hendan dag.
Føðingar
[rætta | rætta wikitekst]- 1859 - Alfred Dreyfus, franskur hermaður (d. 1935).
- 1940 - John Lennon, enskur tónleikari (The Beatles) (d. 1980)
- 1947 - France Gall, fronsk songkvinna
- 1952 - Sharon Osbourne, ensk sjónvarpskona
- 1964 - Guillermo del Toro, meksikanskur leikstjóri
- 1966 - David Cameron, enskur forsætismálaráðharri
Andlát
[rætta | rætta wikitekst]- 1942 - Símun av Skarði, føroyskt skald (f. 1872)
- 1967 - Che Guevara, argentinskur kollveltingarmaður (f. 1928)
- 1995 - Alec Douglas-Home, bretskur politikari (f. 1903)
- 2016 - Andrzej Wajda, pólskur leikstjóri (f. 1926)
Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember |