Norn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Norn
Norn, Yealtmol, Dansk
Tosa í: Hetlandi Orkonyum Katanesi og Suðuroyum.
Tosandi íalt: 0 (útdeytt í 18'du øld)
Mál ætt: Indo-evropeiskt

 Germanskt
  Norðurgermanskt
   Vesturnorrønt
    Norn

.

Mál kotur
ISO 639-1: none
ISO 639-2:
ISO 639-3: nrn

.

Tungumálið Norn var ein grein av fornnorrønum. Tað var tosað av norðbúgvum í Hetlandi, Orknoyum, Norðurskotlandi og norðast í Suðuroyum (við síðuna av gæliskum) meðan hesi øki vóru undir norskum yvirvaldi, annars var upprunamálið í økinum piktiskt. Eftir at hesi øki høvdu verið undir norskum valdi í meir enn 500 ár, vórðu tey aftur løgd undir skotska kongsríkið í 15. øld; norn bleiv tá mótvirkað av stjórn og kirkju og skotskt mál kom í staðin eina tíð, og síðani enskt.

Ikki er greitt júst nær norn doyði út. Tað kann hava verið tosað í pørtum av londunum báðum til 18. øld. Smáir partar av málinum og tøkuorð yvirlivdu og komu inn í lokalt skotskt enskt eftir at høvuðsmálið sjálvt doyði.

Ymisk bygdamál vóru eisini tosað á meginlandinum í Skotlandi. T.d. á Katanesi (Caithness á enskum), men doyðu út mangar øldir áðrenn í Orknoyum og Hetlandi. Tískil tosa summir frøðingar um katanesnorn, meðan aðrir ikki gera tað. Man veit minni um katanesnorn enn um norn í Orknoyum og Hetlandi.

Fragmentir[rætta | rætta wikitekst]

Lutfalsliga lítið av skrivaðum norni hevur yvirlivað. Tað, sum er til, umfatar bønina Faðir vár.

Matteus 6:9-13 ella Faðir vár á ymsum tungumálum.

Orknoyanorn (Avskriving eftir Wallace; 1700)
Favor i ir i chimrie, Helleur ir i nam thite,
gilla cosdum thite cumma, veya thine mota vara gort
o yurn sinna gort i chimrie,
ga vus da on da dalight brow vora
Firgive vus sinna vora sin vee Firgive sindara mutha vus,
lyv vus ye i tumtation, min delivera vus fro olt ilt, Amen.
Hetlandsnorn (Avskriving eftir Low; 1774)
Fy vor or er i Chimeri. Halaght vara nam dit.
La Konungdum din cumma. La vill din vera guerde
i vrildin sindaeri chimeri.
Gav vus dagh u dagloght brau. Forgive sindorwara
sin vi forgiva gem ao sinda gainst wus.
Lia wus ikè o vera tempa, but delivra wus fro adlu idlu.
For do i ir Kongungdum, u puri, u glori, Amen
Fornnorrønt (mál):
Faþer vár es ert í himenríki, verði nafn þitt hæilagt
Til kome ríke þitt, værði vili þin
sva a iarðu sem í himnum.
Gef oss í dag brauð vort dagligt
Ok fyr gefþu oss synþer órar,
sem vér fyr gefom þeim er viþ oss hafa misgert
Leiðd oss eigi í freistni, heldr leys þv oss frá öllu illu.
Føroyskt:
Faðir vár, Tú, sum ert í Himli. Heilagt verði navn Títt.
Komi ríki Títt. Verði vilji Tín,
sum í Himli, so á jørð.
Gev okkum í dag okkara dagliga breyð.
Og fyrigev okkum syndir okkara,
so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda.
Leið okkum ikki í frestingum, men frels okkum frá tí illa.
Íslendskt (Þorvaldur Bjarnarson, 1878)
Faðir vor, þú sem ert á himnum. Helgist þitt nafn,
til komi þitt ríki, verði þinn vilji,
svo á jörðu sem á himni.
Gef oss í dag vort daglegt brauð. Fyrirgef oss vorar skuldir,
svo sem vér og fyrirgefum vorum skuldunautum.
Og eigi leið þú oss í freistni, heldur frelsa oss frá illu.
Því að þitt er ríkið, mátturinn og dýrðin að eilífu, amen.
Norskt
Fader vår, du som er i himmelen! Lat namnet ditt helgast.
Lat riket ditt koma. Lat viljen din råda på jorda
så som i himmelen.
Gjev oss i dag vårt daglege brød. Forlat oss vår skuld,
som vi òg forlèt våre skuldmenn.
Før oss ikkje ut i freisting, men frels oss frå det vonde.
For riket er ditt, og makta og æra i all æve. Amen.


Ein hetlendsk "guddick" (gáta) á norn, sum Jakob Jakobsen, skrivaði niður á norðastu oynni í Hetlandi, Unst.

Hetlands norn (Jakob Jakobsen)
Fira honga, fira gonga,
Fira staad upo "skø"
Twa veestra vaig a bee
And een comes atta driljandi.
Føroyskt
Fýra hanga, fýra ganga,
Fýra standa uppí ský
Tvey vísa veg á bø
Og eitt darlar aftast

Svarið er ein kúgv. Fýra júgur hanga, fýra bein ganga, tvey horn og tvey oyru standa uppí ský, tvey eygu vísa veg á bø og ein hali darlar aftast.

Foula 1774[rætta | rætta wikitekst]

Tá G. Low vitjaði á Foula í 1774 skrivaði hann Hildinakvæðið, Faðir vár bønina og ein orðalista við norn orðum niður.

Norn orðalisti Foula 1774

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Bøkur[rætta | rætta wikitekst]

  • Barnes, Michael P. "Orkney and Shetland Norn". In Language in the British Isles, ed. Peter Trudgill, 352-66. Cambridge: Cambridge University Press, 1984.
  • Michael P. Barnes: The Norn Language of Orkney & Shetland. Lerwick: Shetland Times 1998. ISBN 1-898852-29-4 (72 s.)
  • Jakobsen, Jakob. An Etymological Dictionary of the Norn Language in Shetland. 2 vols. London/Copenhagen: David Nutt/Vilhelm Prior, 1928-32 (reprinted 1985).
  • Low, George. A Tour through the Islands of Orkney and Schetland. Kirkwall: William Peace, 1879.
  • Marwick, Hugh. The Orkney Norn. London: Oxford University Press, 1929.
  • Rendboe, Laurits. "The Lord's Prayer in Orkney and Shetland Norn 1-2". North-Western European Language Evolution 14 (1989): 77-112 and 15 (1990): 49-111.
  • Wallace, James. An Account of the Islands of Orkney. London: Jacob Tonson, 1700.

Útvortis ávísing[rætta | rætta wikitekst]