Unst

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Unst
Landafrøði

Vídd 120 km²
Vatn - %

Umsiting
Land Hetland Hetland
Íbúgvalæra
Fólkatal 720 (2001)

Unst er ein av Norðoyggjunum í Hetlandi. Hon er norðasta bygda oyggin í Stórabretlandi, og triðstørsta oyggin í Hetlandi, 20,4 km long, 8,5 km breið, í 2001 hevði oyggin 720 íbúgvar.

Navnið Unst er helst av piktiskum uppruna, týdningurin av tí er ókendur. Norðbúgvar kallaðu oynna Ørnyst.

Jarðfrøði og búseting[rætta | rætta wikitekst]

Unst er í stóran mun grasgrógvin og bakkin er høgur fram við strondini. Valla Field (Valafjell) er vælkent og sæst víðan, men Saxa Vord (før. Saksa vørða) við sínum 285 m er hægsta punktið á oynni.

Størsta bygdin er Baltasound har ið flogvøllurin er, aðrar bygdir eru Uyeasound og Haroldswick.

Unst ger í mongum førum krav uppá heitið "norðasta í Bretlandi". Bygdin Skaw er norðasta bygd í Bretlandi, vitin á Muckle Flugga norðanfyri Unst, tikin í brúk í 1858, er norðasti vitin í Bretlandi og Out Stack er norðasti stakkur í Bretlandi.

Djóra- og plantulív[rætta | rætta wikitekst]

Ríkt fuglalív er á oynni, ikki minst í friðaða økinum Hermaness, sum eisini er einasta stað har plantan hetlendskt høsnagras veksur.

Ferðasamband[rætta | rætta wikitekst]

Ferjusamband er frá Belmont á Unst til Gutcher á Yell og til Hamars Ness á Fetlar

Myndir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið