Foula
| Foula gæliskt Fughlaigh |
|
|---|---|
| Landalæra | |
| Vídd | 12,6 km² |
| Vatn | - % |
| Umsiting | |
| Land | |
| Íbúgvalæra | |
| Fólkatal | 26 (2011) |
| Íbúgvatættleiki | 2 /km² |
Foula (eldri nøvn Fugla, Fugløy, skotskt gæliskt Fughlaigh, eisini rópt Uttrie (Útriði) fyrr), er mest fjarskotna oyggin í Hetlandi, samstundis er hon tann hetlendska oyggin ið liggur nærmast Føroyum, 285 km (154 sjómíl) hiðani.
Innihaldsyvirlit |
Landslag og djóralív [rætta]
Oyggin er eyðkend av teim 5 tindunum: Soberlie 221 m, The Noup 248 m, Hamnafield 344 m, The Kame 376 m og The Sneug 418 m, sum er hægsta fjallið á oynni. Norðast á oynni er Gaada Stack ein kendur stakkur.
Sum navnið bendir á, er fuglalívið ríkt á oynni, fuglabjørgini vestantil og norðantil á oynni, eru upp í 370 m til hæddar.
Søga [rætta]
Foula var helst tað staðið í Hetlandi, har málið norn var talað longst. So seint sum í 19'du øld, dugdu eldri fólk framvegis at siga setningar á norn, hóast nógv skotskt var blandað uppí málið tá.
Longsti tekstur á norn, Hildinakvæðið (Hildina Ballad) varð niðurskrivað á Foula av G. Low í 1774.
Íbúgvar [rætta]
Foula hevur 26 íbúgvar í teimum báðum bygdunum, Hametoun og Ham á eystursíðuni.
Frá Ham er ferjusamband til Walls og Scalloway á Mainland. Oyggin hevur eisini ein flogvøll, haðani flogsamband er til Tingwall Airport á Mainland.