Magni Laksáfoss
Magni Laksáfoss | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 3. des 1969 í/á Klaksvík |
Alma mater | Københavns Universitet, Roskilde University |
Starv | politikari, búskaparfrøðingur, demographer, vinnulívsfólk |
Politiskur flokkur | Sambandsflokkurin |
Dátuheiti | |
Commons | Magni Laksáfoss |
Magni Laksáfoss (føddur 3. desember 1969) er búskaparfrøðingur, fólkatalsfrøðingur og politikari fyri Sambandsflokkin.
Hann var landsstýrismaður í fíggjarmálum frá 15. mai 2007 til 4. februar 2008. Hann var valdur á løgtingsvalinum 2008, og sat løgtingsvalskeiðið 2008-2011 umboðandi Sambandsflokkin.
Magni Laksáfoss er útbúgvin cand.polit. fra universitetinum í Keypmannahavn, Laksáfoss arbeiddi frá 2005 til 2007 við at gera Ph.D-ritgerð um langtíðarsambandið millum demografi og búskaparvøkstur, men varð ikki liðugur við ritgerðina tá.
Í 2012 fór hann saman við øðrum undir VITOrka, ið er ein verkætlan um at hita sethús upp við nýtslu av vindorku[1].
Á løgtingsvalinum 2015 stillaði hann upp aftur og varð valdur.
Magni Laksáfoss er búsitandi í Streymnesi í Sunda kommunu.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]NORA.FO: "Biographies" Archived 2013-07-01 at Archive.today