Poul Michelsen
Poul Johan Sundberg Michelsen (føddur 22. juli 1944 í Tórshavn) er ein føroyskur politikari og vinnulívsmaður. Hann var býráðsformaður í Tórshavn 1980 - 1992. Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin frá 1984 til 1990 og aftur frá 2002. Næstformaður í Løgtinginum 1989 - 1990. Aðalkonsul fyri Finnland í Føroyum. Í 2010 valdi Poul Michelsen at melda seg úr Fólkaflokkinum. Stutta tíð seinni, á vári 2011, stovnaði hann saman við øðrum nýggja flokkin Framsókn, ið er ein liberalur tjóðskaparflokkur. Á løgtingsvalinum 2011 varð hann valdur á ting fyri Framsókn. Flokkurin fekk tvey umboð, hin tingmaðurin var Janus Rein, sum var nýggjur í politikki. Knapt eitt ár eftir valið, valdi Janus Rein tó at taka seg úr Framsókn og gjørdist leysgangari. Poul Michelsen gjørdist sostatt einasti løgtingsmaður fyri Framsókn eftir 6. oktober 2012.[1]
Keldur [rætta]
- ↑ Aktuelt.fo Janus Rein hevur tikið seg úr Framsókn
- 2005 - Kraks Blå Bog