Móti

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Seinast í 19. øld var hesin løgni kjóli, sum bólgnaði í neðra aftanfyri, væl umtóktur konufólkamóti.

Móti er klædnastílur, litur og snið á nýggjum klæðum, og mótin broytist støðugt. Í til dømis París og New York eru mótahús, sum skipa fyri nýggjum móta, t.d. tvær ferðir um árið (vár- og summarmóti og heyst- og vetrarmóti).

Klæðini eru broytt við tíðini, bæði tilfar og snið. Fyrstu klæði vóru úr djóraskinni og skuldu verja fyri kulda og vætu. Klæði skulu enn líva fyri veðri, men samfelag og móti gera av, hvussu tey skulu vera. Fyrst í 14. øld fóru tey í Evropa at gera klæði, sum sótu væl á kroppinum. Í 16. øld vórðu stívarar settir í konufólkakjólar. Hetta var móti til síðst í 19. øld. Í 1920-árunum broyttist mótin nógv - skjúrtini styttust fyri fyrstu ferð. Upprunaliga skuldi mótin bera boð um, at fólk vóru væl fyri. Vóru nýmótans klæði dýr, kundu rík fólk vísa, at tey høvdu ráð at keypa nýmótans klæði.

Tá ið konufólk høvdu fá rættindi, vóru mótaklæði so trong, at trupult var at røra seg í teimum. Við øktum rættindum broyttust klæðini, so konufólk fingu rørt seg meira ótálmað. Til dømis gjørdust langbuksur nýmótans. Onkur átrúnaður fyrisetur enn, hvussu fólk skulu verða ílatin. Islam ásetur til dømis, at konufólk skulu vera sømiliga ílatin, tá ið tey fara út.

Í øldir er mótin broyttur eftir broyttum lívshátti.

Føroyskur móti[rætta | rætta wikitekst]

Føroyskir mótaskaparar eru gitnir fyri hendig og vøkur klæði [1].

Faroese Fashion er føroyskt mótavirki, stovnað í 1982. Fyritøkan hevur deildir í mongum londum í Norðurevropa. Faroese Fashion sniðgevir og framleiðir klæðir úr føroyskum tilfarið. Rannvá í Baianstovu stendur fyri sniðgevingini og hevur arbeitt við ullint pløgg síðan 1962. Klæðini hjá Faroese Fashion vera gjørd eftir máti til tann einstaka, men tað ber eisini til at ogna sær klæðir eftir standard máti. Faroese Fashion er sniðgeving í ull.

Eisini úr stóra útheiminum, eitt nú USA, fær Faroese Fashion fyrispurningar. Prinsessa Alexandra ber eisini búna frá Faroe Fashion. Ranvá í Baianstovu hevur gjørt bundin pløgg úr føroyskari ull síðan 1982 og haft framsýningar millum annað í Norðlandahúsinum í Tórshavn. Fashion Faroe, sum sniðið eitur, verður selt í Føroyum, Íslandi og Danmark.

Í døgunum 18. - 20. november 2010 var Faroe Islands Designer Showcase í London. Uttanríkisráðið skipaði fyri hesum tiltaki, sum var hildið í einum mótahandli í Soho í Westminster. Í tveir dagar tóku tær móti bretskum fjølmiðlum og innkeyparum. Sera nógv kom burturúr og enntá blaðið Vogue kom ein túr forbí [2].

Amerikanskur móti[rætta | rætta wikitekst]

Snøggastu klæði gera mótaskaparar. Handilshús teirra eita mótahús, og í New York City eru mong. Fólk, ílatin í nýggjastu móta, sýna fram klæði í mótaframsýningum.

Í 1960-árunum gjørdist ungfólkið í Amerika meira sjálvstøðugt. Stuttskjúrtið hjá konufólki varð tekin um lívsfrælsið. Fyrst í 1990-árunum varð aftur móti at ganga í stuttskúrti. Best umtóktu dansir í 1920- og 1930-árunum, til dømis charleston, ávirkaðu eisini konufólkamótan í USA.

Cowboybuksur[rætta | rætta wikitekst]

Um 1850 heitti ein gullgravari í Norðurkalifornia á Levi Strauss (1829 - 1902) og bað hann seyma sær haldgóðar buksur, tí ullintu brøkurnar slitust so skjótt. Úrslitið varð fyrstu cowboybuksur, úr denim, sum er sterkt bumullartilfar. Buksurnar vórðu litaðar bláar við litevni úr náttúruni, blue indigo. Tær vóru bíligar, haldgóðar og lættar at vaska. Fyrstu Levis-lýsingarnar vistu, hvussu haldgóð klæðini vóru.

Danskur móti[rætta | rætta wikitekst]

Danmark hevur stóran klædnaútflutning. Í "Danmarks Designskole" í Keypmannahavn og "Kunsthåndværkerskolen" í Kolding fáa fólk útbúgving sum klædnaskaparar. Tey læra at skapa, tekna og gera klæði.

Danin, Erik Mortensen, gjørdi í mong ár vøkur klæði fyri mótahúsið Balmain í París.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.faroeislands.com/Default.aspx?pageid=9806
  2. http://www.dazeddigital.com/Fashion/article/5969/1/Faroe_Away
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið