Barokkur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Barokkurin var bæði ein stílur og eitt tíðarskeið í evropeiskari list. Barokka tíðarskeiðið vardi frá uml. síðst í 16. øld til hálva 17. øld.

Barokkur (úr fr. baroque, "margháttligur"). Stílhugtak, sum hevur verið nýtt síðan um miðja 19. øld um byggi- og myndlist, sum tók við eftir endurreisnarstevnuna í endanum á 16. øld og stóð við fram til rokokotíðarskeiðið. Um bókmentir hevur orðið verið nýtt síðan seint í 19. øld og hevur í 20. øld fest seg um tíðarskeiðið millum endurreisnarstevnuna og upplýsingarstevnuna. Umframt at vera heiti á einum ávísum bókmentatíðarskeiði verður orðið barokkur nýtt sum lýsingarorð um stíleyðkenni í bókmentum frá ymsum tíðum; barokt nevnist tað, tá ið lutir ella fyribrigdi, sum sambært vanligari hevd ikki hoyra saman, verða sett saman, ella t.d. tá ið alskyns lýsingarorð verða sandrað niður um ein lut, persón e.a. tíl., stutt sagt tað, sum brýtur harðliga frá klassisku fyrimyndunum. Millum høvundar, ið ofta taka til barokkar snildir, kunnu nevnast so ymiskir høvundar sum William Heinesen (1900-1991), Halldór Laxness (1902-1998) og Jóanes Nielsen (f. 1953).

Men bókmentirnar í b.tíðarskeiðinum eru sera ólíkar í ymiskum londum, og ymiskar áskoðanir hava verið um, hvørjir høvundar hoyra til tann barokka stílin. Summi hava hugt mest at sjálvum stílinum, onnur hava hugt at evnisvali ella roynt at sameina bæði. Ofta verður mett, at spaniólin Luis de Góngora (1561-1627) og italin Giambattista Marino (1569-1625) settu sjøtil á b.; eftir teir báðar eru stílrák uppkallað (gongorisma og marinisma), sum eyðkendust av nógvari og forvitnisligari nýtslu av myndamáli - samanberingum og myndberingum, alskyns stíltøkum og orðaskreyti, andsagnum, tvørsagnum og orðaleiki. Hesi skald høvdu stóra ávirkan á høvundar í b. í ymsum londum. Hesin stílurin leggur stóran dent á orðasnild og hitna málbering (it. concetto, en. conceit). Men áherðsla á tað óvanliga, og skreytmikil stílur, hevur verið til í ymsum bókmentatíðartíðum frá fornari tíð og er ikki nóg mikið til at eyðmerkja b. Tí hava bókmentafrøðingar eisini leitað eftir øðrum eyðkennum, sum kunnu setast í samband við tær stóru broytingar og mótsetningar, sum komu fram í hesum tíðarskeiði politiskt, trúarliga og viðvíkjandi heimsmyndini yvirhøvur: øðrumegin lívshugur, hinumegin longsil eftir at sleppa burtur úr neyðardali og fáfongd jarðarlívsins; lið um lið skartandi lýsingar av vakurleika og dýrd skapanarverksins og avnoktan av virðinum í hesi somu dýrdini og vakurleikanum, tí tey eru so stokkut. Stórverkini í b.tíðarskeiðinum eru í leikritum (spansku Lope de Vega (1562-1635) og Pedro Calderón de la Barca (1600-1681), o.fl.; summi telja eisini William Shakespeare (1564-1616) við), men b.bókmentir eru minni frásagnarskaldskapur og yrking. Í Onglandi verða b.eyðkenni hildin at vera sjónskast hjá sonevndu metafýsisku skaldunum (John Donne, Richard Crashaw, Abraham Cowley, George Herbert, Thomas Traherne, Henry Vaughan); í Norðurlondum eru høvuðsnøvn í b.tíðarskeiðinum t.d. Georg Stiernhielm (1598-1672) í Svøríki, Thomas Kingo (1634-1703) í Danmark og Dorothe Engelbretsdatter (1634-1716) í Noreg. Í norðurlendskari prosa frá b.tíðarskeiðinum er danska Leonora Christina (1621-1698) eitt høvuðsnavn. Norðmaðurin Petter Dass (1646-1707) er í serbólki millum skald í b.tíðarskeiðinum og høgt mettur í seinni tíðum fyri at yrkja um lívskor fólksins. Í okkara tíð hevur verið stórur áhugi fyri b.tíðarskeiðinum, ivaleyst partvíst tí at tað hevur verið hildið at líkjast modernismu á ymsan hátt, kanska serliga viðvíkjandi skaldsligum myndamáli.

Barokktónleikur[rætta | rætta wikitekst]

Bach er ein av teimum mest týðandi týsku tónasmiðunum.

Tónleikurin í 17. og fyrst í 18. øld varð kallaður barokkur eftir listaligu byggilistini, sum var væl umtókt tá. Tað er fjølbroyttur tónleikur, og ljóðførini veva røddirnar á og av, sum vóru tær træðrir í litføgrum og stórum klæði. Størsta barokktónaskaldið var týskarin Johann Sebastian Bach. Av kendastu verkum hansara eru Brandenburgakonsertirnar. Tær vóru lidnar í 1721. Georg Friedrich Händel var eisini borin í heim í Týsklandi, men flutti til Bretlands í 1712. Hann skrivaði tónleik til enska hovið, og gjørdi eisini fleiri kend kórverk, m.a. Messias. Eitt av viðgitnastu verkum Händels varð skrivað til kongliga skreyteldin í 1749.

Komponistar[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  • R. Wellek: "The Concept of Baroque in Literary Scholarship", Concepts of Criticism, 1963.