Thomas Kingo

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Thomas Kingo á jólafrímerki 2003

Thomas Hansen Kingo varð føddur tann 15. desember 1634 í Slangerup í Sæland, Danmark og deyður tann 14. oktober 1703 í Odense, Danmark. Hann var biskupur á Fjóni og sálmaskald.

Kingo bleiv guðfrøðingur í 1658, síðani húslærari og prestur, til hann gjørdist biskupur á Fjóni í 1677. Hann er best kendur fyri at yrkja sálmar, men hevur eisini yrkt hópin av skemtivísum, tættum, lýriskum náttúrulýsingum og heiðurskvøðum. Hann hevði við sálmunum í Den forordnede ny Kirkepsalmebog (Kingo-sálmabókin) frá 1699 ómetaligan týdning fyri kristnitrúnna í Føroyum fram til 20. øld.

Útvortis ávísing[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið