Jump to content

Wikipedia:Mánaðargrein 2011

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Mánaðargreinir nýttar í 2011.

Mánaðargreinir 2011

[rætta wikitekst]

Mánaðargrein fyri januar


Wikipedia:Mánaðargreinin/januar
vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri februar


Wikipedia:Mánaðargreinin/februar 2011
vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri mars


USA
USA

Sambandsríki Amerika (enskt; United States Of America), eisini nevndir USA, er heimsins triðstørsta land, bæði í stødd (minni enn Kanada og Russland) og fólkamongd (minni enn í India og Kina). Landið hevur 50 statir, eindardistriktið Washington DC (sum eisini er høvuðsstaður) og fleiri partar handan hav. Av teimum er oyggin Puerto Riko í karibiska havinum størsti og har tað búgva flest fólk. Av øðrum oyggjum, sum USA eigur, eru Amerikonsku Jómfrúoyggjar, Amerikanska Sámoa, Guam, Norðurmarianoyggjar og nógvar oyggjar við ongum fólki (t.d. Palmyraoy, Johnstonoy, Bakeroy, Howlandoy, v.fl.). Síðani 1898 hevur USA havt ein stóran marinbasa á Kuba - Guantánamoflógvi. Guantánamoflógvi hevur serligan leiklut og verður stýrd av amerikonsku verjuni.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri apríl


Wikipedia:Mánaðargreinin/apríl 2011
vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri mai


[[Mynd:|Osama bin Laden|180px|left]]

Osama bin Laden ella Osama bin Muhammad bin 'Awad bin Laden, sum hansara fulla navn er, (f. 10. mars í 1957 í Jeddah, Saudi-Arábia - d. 3. mai 2011 í Abbottabad, Pakistan) er fyrrverandi leiðaranum fyri Al-Qaeda. Sum mastermind í Al-Qaeda bleiv hann heimsins mest jakstraði maður eftir yvirgangsálopið á USA 11. september í 2001. Hann læt lív 3. mai 2011 í skotbardaga við amerikanskar hermenn í Pakistan.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri juni


Føroysk landafrøði
Føroysk landafrøði

Føroyar liggja í Atlantshavi nøkurlunda miðskeiðis ímillum Norra, Skotland og Ísland. Her í Atlantshavi renna saman heitir og kaldir luftstreymar, og veðurlagið er skiftandi sól, regn og mjørki. Um summrini eru Føroyar rímiliga kaldar, við miðalhitanum 11°C (52°F). Miðalhitin í okkara kaldasta mánaði er 3°C (37°F). Veðurlagið er rímiliga vátt, við nógvum regni og toka, og onkuntíð stórum stormum eisini. Oyggjarnar eru 1 399 km2 til víddar. Fólk býr á 17 av teimum 18 oyggjunum.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri juli


Kaving
Kaving

Kavarar kanna undirsjóvarheimin so langt, sum niður slepst. Kavarar fóru tíðliga í tíðini at nýta kavarakúpu til vísindaliga gransking í sjónum. Kúpurnar vóru smáar, fyltar við luft og loraðar niður í dýpi. Fáar metrar undir vatnskorpuni eru hugtakandi sjódjór, marglitt koralriv og løgnir kneysar. Í havbotninum eru skipsvrak, summi hava ligið har í øldir. Í summum vrakum eru myntir, pottar og annað, ið sigur frá umstøðunum hjá fólki tá á døgum. Kavarar kunnu eisini arbeiða undir kavi. Teir umvæla bygningar undir kavi, til dømis boripallar, og granska lívið á havbotninum. Ikki er púra vandaleyst at kava, og kavari má halda strangar trygdarreglur.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri august


Føroyskt mál
Føroyskt mál

Føroyskt er høvuðsmálið í Føroyum. Føroyskt er almenna málið í Føroyum, og tað er tjóðarmál føroyinga. Harafturat verður nógv føroyskt tosað í Danmark og Íslandi. Í Føroyum tosa 48.000 fólk føroyskt, í Danmark umleið 25.000 og í Íslandi umleið 5.000, so samlaða talið av fólkum, ið duga føroyskt liggur um 85-90.000. Venceslaus Ulricus Hammershaimb er kendur sum faðirin at skriftmáli føroyinga. Tað var hann, sum skapti okkum skriftmálið so at siga í sama líki, sum vit kenna tað í dag, og hann eigur soleiðis stóra æru fyri, at føroyingar varðveittu skriftmálið. Tað er einki at ivast í, at føroyska málið var fyri stórum hóttafalli, tá ið trúbótin umleið 1540 varð sett í gildi í Føroyum tí tá fór prestaskúlin fyri bakka, soleiðis at kirkjumálið gjørdist danskt burturav.


vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri september


Wikipedia:Mánaðargreinin/september 2011
vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri oktober


Wikipedia:Mánaðargreinin/oktober 2011
vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri november


Wikipedia:Mánaðargreinin/november 2011
vís - kjak - søga - rætta


Mánaðargrein fyri desember


Barack Obama
Barack Obama

Barack Hussein Obama jr. (føddur 4. august 1961 í Honolulu, Hawaii) er núverandi forseti í Sambandsríki Amerika. Hann er 44. í røðini og umboðar demokratarnar. Obama er sonur Stanley Ann Durham úr Kansas og Barack Obama eldra úr Kenja. Klokkan 17:05 føroyska tíð 20. januar 2009 varð Obama tikin í eið sum tann 44. amerikanski forsetin. Stutt áðrenn Barack Obama varð tikin í eið sum forseti, varð Joe Biden (D) tikin í eið sum varaforseti. Í einari nýggjari kanning hjá Gallup í desember 2011 siga 47 prosent, at forsetin roynist væl í sínum arbeiði. 45 prosent eru misnøgd. Hetta er eitt væl betri úrslit enn í summar, tí tá vóru 41 prosent nøgd við forsetan og 51 prosent misnøgd.


vís - kjak - søga - rætta