Jump to content

Wikipedia:Mánaðargreinin/mars 2011

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
USA
USA

Sambandsríki Amerika (enskt; United States Of America), eisini nevndir USA, er heimsins triðstørsta land, bæði í stødd (minni enn Kanada og Russland) og fólkamongd (minni enn í India og Kina). Landið hevur 50 statir, eindardistriktið Washington DC (sum eisini er høvuðsstaður) og fleiri partar handan hav. Av teimum er oyggin Puerto Riko í karibiska havinum størsti og har tað búgva flest fólk. Av øðrum oyggjum, sum USA eigur, eru Amerikonsku Jómfrúoyggjar, Amerikanska Sámoa, Guam, Norðurmarianoyggjar og nógvar oyggjar við ongum fólki (t.d. Palmyraoy, Johnstonoy, Bakeroy, Howlandoy, v.fl.). Síðani 1898 hevur USA havt ein stóran marinbasa á Kuba - Guantánamoflógvi. Guantánamoflógvi hevur serligan leiklut og verður stýrd av amerikonsku verjuni.