Wikipedia:Mánaðargreinin/august 2011

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Føroyskt mál

Føroyskt er høvuðsmálið í Føroyum. Føroyskt er almenna málið í Føroyum, og tað er tjóðarmál føroyinga. Harafturat verður nógv føroyskt tosað í Danmark og Íslandi. Í Føroyum tosa 48.000 fólk føroyskt, í Danmark umleið 25.000 og í Íslandi umleið 5.000, so samlaða talið av fólkum, ið duga føroyskt liggur um 85-90.000. Venceslaus Ulricus Hammershaimb er kendur sum faðirin at skriftmáli føroyinga. Tað var hann, sum skapti okkum skriftmálið so at siga í sama líki, sum vit kenna tað í dag, og hann eigur soleiðis stóra æru fyri, at føroyingar varðveittu skriftmálið. Tað er einki at ivast í, at føroyska málið var fyri stórum hóttafalli, tá ið trúbótin umleið 1540 varð sett í gildi í Føroyum tí tá fór prestaskúlin fyri bakka, soleiðis at kirkjumálið gjørdist danskt burturav.

Les meir um føroysktSavn