Jump to content

Munurin millum rættingarnar hjá "Gorfuglur"

Henda greinin er úrvalsgrein
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 19: Linja 19:
}}
}}
[[Mynd:GreatAukMap.svg|thumb|right|250px|Á leið fyrrverandi útbreiðsluøki hjá gorfugli, gulu blettirnir umboða klekingarøki.]]
[[Mynd:GreatAukMap.svg|thumb|right|250px|Á leið fyrrverandi útbreiðsluøki hjá gorfugli, gulu blettirnir umboða klekingarøki.]]
'''Gorfuglur''' ([[Latínskt mál|latín]] ''Pinguinus impennis L [Alca impennis]'') var ein [[sjófuglar|sjófuglur]], sum nú er útdeyður um alla verð. Hann var einasta nýggjara slagið í slektini '''''Pinguinus''''', men hann var ikki í ætt við [[pingvin]]ir, hóast hann var fyrsti fuglur, ið var kallaður 'pingvin'. Orðið sigst stava frá [[Wales|walisiskum]] fiskimonnum, ið sóu henda (fyri teimum) ókenda fugl, tá teir fóru at fiska undir [[Nýfundland og Labrador|Nýfundlandi]], og nevndu teir hann ''pen gwyn'' á sínum [[walisiskt|walisiska]] máli, ið merkir "hvíta høvd", eftir stóra hvíta blettinum á høvdinum. Tá europear seinni sóu pingvinir á sunnaru hálvu, ið mintu um gorfuglin, vórðu tær uppkallaðar eftir honum.
'''Gorfuglur''' ([[Latínskt mál|latín]] ''Pinguinus impennis L [Alca impennis]'') var ein negara farvaður [[sjófuglar|sjófuglur]], sum bleiv útruddaður um alla verð. Hann var einasta nýggjara slagið í slektini '''''Pinguinus''''', men hann var ikki í ætt við [[pingvin]]ir, hóast hann var fyrsti fuglur, ið var kallaður 'pingvin'. Orðið sigst stava frá [[Wales|walisiskum]] fiskimonnum, ið sóu henda (fyri teimum) ókenda fugl, tá teir fóru at fiska undir [[Nýfundland og Labrador|Nýfundlandi]], og nevndu teir hann ''pen gwyn'' á sínum [[walisiskt|walisiska]] máli, ið merkir "hvíta høvd", eftir stóra hvíta blettinum á høvdinum. Tá europear seinni sóu pingvinir á sunnaru hálvu, ið mintu um gorfuglin, vórðu tær uppkallaðar eftir honum.


== Útsjónd ==
== Útsjónd ==

Endurskoðan frá 21. okt 2023 kl. 16:22

How to read a taxoboxWikipedia:How to read a taxobox
How to read a taxobox
Gorfuglur
Útstappaður gorfuglur og eftirgjørt egg á Kelvingrove savninum í Glasgow
Útstappaður gorfuglur og eftirgjørt egg á Kelvingrove savninum í Glasgow

Extinct
Varðveitingarstøða
Útdeyður (uml. 1852)
Frøðilig flokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Charadriiformes
Ætt: Alcidae
Slekt: Pinguinus
Bonnaterre, 1791
Slag: P. impennis
Á leið fyrrverandi útbreiðsluøki hjá gorfugli, gulu blettirnir umboða klekingarøki.

Gorfuglur (latín Pinguinus impennis L [Alca impennis]) var ein negara farvaður sjófuglur, sum bleiv útruddaður um alla verð. Hann var einasta nýggjara slagið í slektini Pinguinus, men hann var ikki í ætt við pingvinir, hóast hann var fyrsti fuglur, ið var kallaður 'pingvin'. Orðið sigst stava frá walisiskum fiskimonnum, ið sóu henda (fyri teimum) ókenda fugl, tá teir fóru at fiska undir Nýfundlandi, og nevndu teir hann pen gwyn á sínum walisiska máli, ið merkir "hvíta høvd", eftir stóra hvíta blettinum á høvdinum. Tá europear seinni sóu pingvinir á sunnaru hálvu, ið mintu um gorfuglin, vórðu tær uppkallaðar eftir honum.

Útsjónd

Í liti og eisini í nevinum líktist gorfuglur mest álku, men hann var nógv størri enn álka, uml. 70 cm til hæddar og vigaði um 5 kg. Men veingirnir vóru so lítlir, at hann kundi ikki flúgva, og tað varð honum at bana.

Útbreiðsla

Gorfuglur helt upprunaliga til í økinum frá landnyrðings USA, fram við eysturstrondini á Kanada, Grønlandi, íslandi, Føroyum, Írlandi, Bretsku oyggjunum, Noregi, Fraklandi og niður til Norðurspania. Ósemja hevur verið, um gorfuglur yvirhøvur áttí Føroyum, men frásagnir benda á, at hann átti í Føroyum fram til 18. øld. Tá vit koma fram til 19. øld, er hann horvin sum búfuglur, og sambært týska fuglafrøðinginum Graba, sum vitjaði í Føroyum í 1828, mintust bara nøkur gomul fólk seg at hava sæð gorfugl um "Vestmannaleiðina".[1] Gorfuglur átti í stórum tali í Íslandi, Grønlandi, Nýfundlandi og summum skotskum oyggjum, t.d. St. Kilda. Gorfuglur var feitur og góður matur, og tí varð hann veiddur allastaðni, har hann helt til, og við tíðini avoyddur. Alment verður sagt, at teir seinastu vórðu fingnir á Eldey í Íslandi í 1844; men ein skal vera sæddur í Nýfundlandi í 1852 og kanska í Grønlandi so seint sum í 1870'unum.

Gorfuglur í Føroyum

Stundum hevur verið ført fram, at gorfuglur helst ikki átti í Føroyum, hóast hann varð veiddur her, men frásøgnir finnast, sum vátta at hann hevur átt í Føroyum eisini. Áðurnevndi týski fuglafrøðingurin Graba sigur í dagbók síni, at Wencelaus Hammershaimb fúti (1744 - 1828), slerdi ein gorfugl, sum bøldi einum eggi á "Vestmannaleiðini".[2] Eystanfyri bygdina Hattarvík í Fugloy er ein rók, ið nevnist "Gorfuglarókin",[3] og sambært Svabo fekk føroysktføddi náttúrufrøðingurin Nicolai Mohr (1742-1790) eitt gorfuglaegg undan einum gorfugli, sum var tikin í Fugloy, hetta bendir á, at gorfuglur hevur átt í Fugloy eisini.[4]. Í Svínoy sigst at staðarnøvnini Langa-Gorstangi og Stutta-Gorstangi skulu koma av eldru nøvnunum "Langi-Gorfuglatangi og Stutti-Gorfuglatangi", og Christian Matras sigur um hesar tangar í Svínoy: "I Følge Sagnet skal Tangerne have deres Navn af Gejrfugle (gorfuglar), der holdt til her i Mængde i gammel Tid".[5].

Semja er ikki um, hvar hin seinasti varð dripin í Føroyum. Skúvoyingar siga, hann varð fingin millum annan hellufugl á Gævukletti, stutt vestan fyri Sigmundarrók í Skúvoy. Siður var at býta hann móti 3 lomvigum, hesa ferðina býttu teir hann móti 6, tí hann var so sjáldsamur. Kirkjubøkingar siga, at seinasti varð tikin á Boðbergstanga í Trøllhøvda, eina ferð teir vóru eftir hellufugli. Báðir geva upp somu tíð »um 1820«. Uppskrivað er, at ein varð fingin í Stóru Dímun 1. juli 1808.[6].

Einasta tekning, sum er gjørd eftir einum livandi gorfugli, varð gjørd eftir einum fugli, sum danski læknin og fornfrøðingurin Ole Worm (1588 – 1654) hevði fingið livandi úr Føroyum.

Einasta tekning, sum er gjørd eftir einum livandi gorfugli, Ole Worm (1588 – 1654) fekk hendan livandi gorfuglin úr Føroyum. At hvítur 'kragi' er teknaður um hálsin, kemst av at fuglurin varð hildin í tjóri
Útstoppaður gorfuglur í summarbúna á savni í Leipzig.

Keldur

  1. J. Carl Julian von Graba, Tagebuch, geführt auf einer Reise nach Färö im Jahre 1828. Perthes & Besser, Hamburg 1830
  2. J. Carl Julian von Graba, Tagebuch, geführt auf einer Reise nach Färö im Jahre 1828. Perthes & Besser, Hamburg 1830
  3. Mikkjal Miðalberg, Staðarnøvn í Fugloy, 1996
  4. J. Chr. Svabo, Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781 og 1782; udgivet af N. Djurhuus. - Uforandret fotografisk genoptryk. - Kbh. : C.A. Reitzels Boghandel, 1976
  5. Christian Matras, Stednavne paa de færøske Norðuroyar, 1933
  6. Mikkjal á Ryggi, Fuglabókin, Dýralæra II. 1951
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið