Jump to content

Trøllhøvdi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kort av Sandoynni og Trøllhøvdi.

Trøllhøvdi er triðistørsti hólmur í Føroyum. Trøllhøvdi liggur einans um 100 m norðanvert Sandoynna, sundið ímillum nevnist Høvdasund. Tað eru gott 9 km (umleið 6 sjómíl) at sigla úr Kirkjubø. Víddin er 19 ha. Hægsta punkt er 160 m. Longdin er gott 850 m, og á tí breiðasta er Trøllhøvdi um 320 m.

Tøllhøvdi kom undir Kirkjubøargarð einaferð í míðøld. Annaðhvørt hevur bispasæti ognartikið Høvdan, ella er hann latin kirkjubøingum fyri skúts. Áðrenn Skopun verður bygt, høvdu kirkjubøingar skyldu at rógva sandoyingar báðar vegir um fjørðin.

Seyðurin í Trøllhøvda er tiltikin góður. Trøllhøvdi ber 42 áseyðir Meg minnist: Tróndur Patursson (1:6), eitt tal sum stavar frá tí gamla markatalinum á Kirkjubøargarði, nevniliga 39 merkur. Hetta var áðrenn amtmaðurin tók triðingin av garðinum fyrst í 1800 talinum. Í dag verður Trøllhøvdi býttur millum 4 festi. Hetta er tó bert galdandi tá um seyðin ræður. Fuglur verður býttur øðrvísi, tí at tær 8 merkurnar fyri Handan ikki hava veiðirætt í Trøllhøvda, samb matrikkuldóminum frá 1972.

Kirkjubøargarður setir lomb og brundlomb við á hvørjum árið. Øll sleppingarlomb verða tikin innan av landi, og førd út í Trøllhøvda á heysti. Í Trøllhøvda eru eisini fuglabjørg, og av búfugli kunnu nevnast lomvigi, álka, rita, lundi, skrápur, havhestur, drunnhvíti, bakur, likka og smáfuglar.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið