Likka
Appearance
| Likka | ||||||||||||||
|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
| Støða | ||||||||||||||
| Vísindaflokking | ||||||||||||||
|


Likka (frøðiheiti - Larus fuscus) er mási við grásvørtum baki og gulum fótum. Likka sæst allastaðni við føroysku strondina. Á sand, hellu, í ósa og við húsa leitar likkan eftir onkrum etandi. Likkan er hvít umhálsin og kroppin. Ovari partur er grásvartur. Beinini eru gul eins og nevið. Reyður blettur er á undurnevinum og krókur á yvirnevinum. Likkan hevur vakurt vakstralag. Veingirnir eru langir, og tá ið hon situr, koma teir um velið.
